Februar nærkast, og harvið er tað ikki leingi til Super Bowl er á skránni. Tað er bert Champions League-finalan, ið er størri, tá tað kemur til árlig eitt-daga ítrottartiltøk.
At spæla í Super Bowl er hæddarpunktið hjá nógvum leikarum á teirra yrkisleið. Í kvøld skulu fyrst Saints og Rams, og síðani Chiefs og Patriots, dystast um at koma í stóru finaluni. Tað er finalurnar í AFC og NFC, ið eru tær báðar deildirnar (conferences), ið skulu spælast í kvøld og út á náttina. Hetta eru sum hálvfinalur, men í USA verður tað kallað "Championship Sunday"
Tey fýra liðini ið hittast vóru tey fýra hægst seedaðu eftir grundspælið. Øll sótu yvir í fyrsta umfari í endaspæli og vunnu síðani á heimavølli seinasta vikuskifti. Hetta eru tey fýra bestu álopini í NFL. Los Angeles Rams hava fyrr í ár vitjað í New Orleans, og tá endaði tað 45-35 í einum frálikum dysti. Tà New England Patriots og Kansas City Chiefs hittust í oktober, vunnu Patriots 43-40 á heimavølli, og tað var sanniliga eisini undihaldandi. Tað er harvið lagt upp til tvær sera spennandi uppgerðir í kvøld.
Saints vóru seinast í Super Bowl fyri níggju árum síðani. Tá vann felagið sítt fyrsta heiti, og tað var við Sean Peyton sum venjara og Drew Brees sum quarterback. Teir leiða framvegis liðið, og í kvøld skal evnaríka Rams-liðið við unga Sean McVay sum venjara basast í NFC-finaluni
New Orleans vendi í seinastu viku dystinum ímóti meistarunum, Eagles. Í dag hongur nógv á Brees, hansara stóra vápnið Micheal Thomas og dynamiska Alvin Kamara. Og so er tað verjan, sum skal royna at steðga runningbakkunum C.J Anderson og serliga Todd Gurley, ið runnu Cowboys niður seinastu sunnunátt. Tað verður tó uttan stóra Sheldon Rankins; umráðandi verjuleikarain gjørdist skddur í seinastu viku. Tað kann gerast talan um nógv stig í Louisiana í kvøld.
Í mun til NFC-finaluna, sum verður leikt inni, verður AFC-finalan leikt í kuldanum í Kansas City. Tað kann vera kavi á Arrowhead-leikvøllinum í kvøld. Tað verður helst eisini larmur, tí Arrowhead hevur heimsmetið fyri larm á einum ítrottarleikvølli - tað varð sett í 2014 til ein dysti ímóti Patriots. Talan var um 142,2 desibel, og tað er á jarðskjálvtarstøði.
Minus-stigini kunnu spæla ein leiklut fyri kastispæli, og tað skal eisini nógv til fyri at steðga Patrick Mahomes. Ungi quarterbakkurin spældi aftur frálíkt seinasta vikuskifti í sigrinum ímóti Colts, men hann er uppi ímóti nógvari rutinu í kvøld. Patriots er í sínari áttandu AFC-finalu á rað, og hetta er met. Venjarin Bill Belichick dugir síni ting á síðulinjuni, og 41 ára gamli Tom Brady jagstrar eisini sítt sætta Super-Bowl-heiti. Tað kemur annars helst at vera rennispæli hjá Patriots, ið kann gerast avgerandi, og um verjan fær lagt trýst á Mahomes. Patriots er annars undirtippað til ein dyst fyri fyrstu ferð í fleiri ár.
NFC -finalan:
20.05: New Orleans Saints - Los Angeles Rams
AFC-finalan:
23.40: Kansas City Chiefs - New England Patriots
Báðir dystirnir verða vístir á TV3 +
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald