
Í morgin, leygardagin 8. mars, frá klokkan 13:00 verður árligi aðalfundur Fótbóltssamband Føroya hildin á Hotel Hilton í Havn.
Nevndarval og forsetaval eru millum tingini, sum eru á dagsskránni.
Christian Andreasen hevur verið FSF-forseti í 15 ár. Hesa ferð fær nú 65-ára gamli toftamaðurin kapping um ovasta sessin. John Eystberg hevur royndir sum venjari og spælari, og FC Hoyvík hevur stillað 53-ára gamla vágbingingin upp. Hann er annars ungdómsvenjari í HB.
Sí eisini: Christian Andreasen fær kapping um forsetasessin.grein
Spurningurin er so, um meirilutin av teimum 18 feløgunum ynskir eina broyting á ovastu rók í FSF - og um so er, at tey meta, at hetta er tann rætta. Christian Andreasen kann eisini enda við at fáa eina álitsváttan í morgin.
John Eystberg bjóðar av (Mynd: Havnar Bóltfelag)
Spenningur um sessirnar í starvsnevndini
Anja Rein, Heri á Rógvi og Maria Jóhannusardóttir Joensen vórðu vald inn í starvsnevndina fyri tveimum árum síðani. Tey standa harvið ikki fyri vali fyrrenn um tvey ár.
Hinir tríggir limirnir gera tó, men sum bolt.fo skrivaði um í síðsta mánaða, so tekur havnarmaðurin Rúni Herup Olsen ikki við afturvali.
Fríðin Ziskason og Róin Schrøter (varaforseti) hava verið í FSF í nógv ár. Báðir eru stillaðir uppaftur av feløgum í sínum økjum - ávikavist norðurøkinum og í Suðuroynni.
Tvey nakað yngri fólk eru nú eisini stillaði upp. Talan er um Skála-formannin Jóannes Arnsteinsson Prestá, ið ikki hevur royndir í Fótbóltssambandinum men sum fleiri feløg standa saman um, og Sólrun Hendriksdóttir Sørensen úr Skálavík. Hon hevur verið virkin í B71 og seinastu tvey árini í kvinnunevndini hjá FSF.
Umframt barndómsfelagið hava MB og 07 Vestur stillað Sólruna upp. Sum skilst skal ein kvinna afturat inn í nevndina fyri at fáa so nær við javnstøðu sum gjørligt. Sjey limir eru í starvsnevndini, sum sæst HER
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald