Eftir langa bíðitíð hjá NFL-fjepparum er tíðin nú aftur komin: Kickoff verður í nátt, og sum vanligt er fyrsti dysturin millum meistaran og eitt annað lið.
Tað er Kansas City Chiefs sum tekur ímóti Houston Texans. Í januar hittust liðini á sama vølli í Divisional Playoffs (fjórðingsfinaluni). Tá var útiliðið, við Deshaun Watson sum oddamanni, á odda 24-0, men so gjørdist Patrick Mahomes glóðheitur. Í summar skrivaði Mahomes ein 10-ára sáttmála við einum virði á 500 milliónir dollarar. Hetta er størsti sáttmálin nakrantíð, og nú er Mahomes til reiðar at leiða sterka Chiefs-liðið til enn eina Super Bowl.
Dysturin í Kansas, Missouri verður settur í gongd klokkan 01.20 í nátt.
Øðrvísi umstøður
Orsakað av koronastøðuna í USA hevur nógv óvissa verið um NFL-kappingarárið. Nógvar leiðreglar eru settar í verk, og eingir venjingardystir hava verið áðrenn kappingarbyrjan - vanligt er, at øll liðini spæla fýra dystir hvør. Tí er ivasamt, hvussu góðskan verður fyrstu umførini.
Fleri leikarar hava tikið møguleikan sum varð givin at ikki spæla kappingarárið. Ein av teimum sum hevur nýtt "opt-out" møguleikan er Laurent Duvernay Tardif. Chiefs-leikarin er útbúgvin lækni og hevur valt at nýta komandi tíðina til at hjálpa og arbeiða í samband við Covid-19 ístaðin fyri spæla.
Áskoðarar verða loydir - tó í avmarkaðum tali.
Annað
Í nátt byrjar NFL aftur
Meistararnir Kansas City Chiefs taka ímóti Houston Texans, og fram til fyrsta sunnudag í februar 2021 verður spælt so at siga hvørt vikuskifti.
Patrik Mahomes, ið nú hevur størsta sáttmálan í NFL, stórfegnast í Super Bowl í februar (Mynd: EPA)
2020-09-10 18:37
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald