ÍF-Flogbóltur fekk ikki viðhald í kæruni, sum felagið sendi viðvíkjandi útlendskum spælara hjá Mjølni. Spælarin hevur verið partur av Mjølnir-hópinum alt hetta kappingarárið.
Eftir at málið hevur verið viðgjørt í Flogbóltssambandinum og í dómsnevndini hjá Flogbóltssambandinum, hevur Ítróttadómstólurin hjá ÍSF nú gjørt niðurstøðu í málinum.
Og Ítróttadómstólurin staðfestir, at tað ikki er grundarlag at staðfesta brot á reglur hjá Flogbóltssambandi Føroya ella Ítróttasambandi Føroya. Avgerðirnar hjá dómsnevndini hjá Flogbóltssambandi Føroya verður tí staðfest.
Hesi fólkini manna Ítróttadómstólin undir ÍSF: Anna Rein, Eyðhild Skaalum, Børge B. Hansen, Magnus Dam og Jóhan Lamhauge.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald