Ítróttafelag Fuglafjarðar, sum stríðist við at sleppa burtur úr botninum í bestu fótbóltsdeildini hevur nú styrkt seg við tveimum leikarum, sum verða leigaðir úr Víkingi.
Heimasíðan hjá ÍF skrivar, at leigusáttmáli er gjørdur við teir báðar Milan Svojic og Hans Jákup Lervig, sum ikki hava megnað at spæla seg til fast pláss á besta liðnum hjá Víkingi.
33 ára gamli Milan Svojic kom í ár til Víking úr Serbia. Hann hevur higartil bert fingið fimm dystir í Betrideildini.
22 ára gamli Hans Jákup Lervig hevur, sambært FaroeSoccer, spælt 30 dystir fyri Víking í bestu deildini, men í ár hevur hann bert verið inni tvær ferðir í Betrideildini og einaferð í kappingini um Løgmanssteypið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald