Fótbóltur

ÍF og Jákup Martin fara hvør til sítt

Jákup Martin Joensen hevur sagt seg úr starvi sum høvuðsvenjari hjá ÍF.

Savnsmynd

Savnsmynd

2024-08-06 21:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Høvuðsvenjarin hjá ÍF, Jákup Martin Joensen, hevur valt at sagt seg úr starvi, og tí hevur ÍF gingið á møti.

Hesum boðar ÍF frá í kvøld.

Jákup Martin Joensen følir ikki at hann hevur meira at geva felagnum. Jákup Martin tók yvir eftir at Aleks fór frá aftaná fimm dystir í ár. 

ÍF hevur gjørt avtalu við Ólav Larsen um at taka sær av besta liðnum restina av kappingarárinum. Aftur honum eru komnir Christian Høgni Jacobsen, Hjálparvenjari. Jákup Mikkelsen, Málmansvenjari. Heri Johnsson, Fysioterapeut. Heðin Olsen heldur fram sum fysiskur venjari. 

Jónfríð Olsen er farin í farloyvi restina av kappingarárinum. 

ÍF hevur trý stig eftir 17 umfør og liggur greitt aftast. Sjey stig eru upp til níggjunda pláss.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder