Fótbóltur

ÍF og NSÍ flyta dystin til Runavíkar

Nógvur kavi er komin niður í Fuglafirði, og tað ikki ber til at fáa vøllin nøktandi til dyst í morgin.

2021-04-10 20:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Dysturin millum ÍF og NSÍ sum skuldi bríkslast í gongd í Fløtugerði klokkan 15 seinnapartin í morgin er fluttur, og verður ístaðin spældur við Løkin í Runavík. Liðini býta sostatt um heimavøll.

Við Løkin er vøllurin grivin í dag, og har verður spælandi í morgin klokkan 15.

Í Klaksvík vóru ivamál um dystin millum KÍ og EB/Streym orsakað av nógva kavanum á vøllinum, men Tummas Lervig, formaður í KÍ sigur við Norðlýsið, at man væntar at dysturin verður leiktur har sum ætlað klokkan 15 í morgin.

5. umfar í Betri deildini menn

11. apríl 2021

B36 - Víkingur (14:00)
KÍ - EB/Streymur (15:00)
NSÍ - ÍF (15:00)
B68 - TB (16:00)
HB - 07 Vestur (17:00)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder