Fótbóltur

ÍF-venjarin: - FSF er botnkorrupt

Ólavur Larsen er ógvuliga ónøgdur við handfaringina av uppafturtikna dystinum ÍF-B68. - FSF kann ikki góðtaka slíkar ærumeiðandi útsøgnir, sigur Christian Andreasen og staðfestir, at málið fer víðari.

Ólavur Larsen heldur, at FSF ikki hevur grundgevingarnar ella gjøgnumskygni uppá pláss. Forsetin vísir á, at skuldsetingar móti FSF sum heild kunnu vera til stóran skaða fyri umdømið hjá føroyskum fótbólti - leikbann er á breddanum (Mynd: Sverri Egholm)

Ólavur Larsen heldur, at FSF ikki hevur grundgevingarnar ella gjøgnumskygni uppá pláss. Forsetin vísir á, at skuldsetingar móti FSF sum heild kunnu vera til stóran skaða fyri umdømið hjá føroyskum fótbólti - leikbann er á breddanum (Mynd: Sverri Egholm)

2024-10-06 09:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað sá ikki út til at fara at vera nakað serliga dramatiskt í Fuglafirði fyri viku síðani. B68 var á odda 3-1, tá undir tveir minuttir restaðu í av vanligu leiktíðini. Tað vóru eingin tekin í sól og mána um, at ÍF fór at venda hesum, men brádliga stóð alt stillt í góðveðrinum í Fløtugerði.

Ein áskoðari hjá B68 small um, og tað sá heilt álvarsamt út, tá farið var eftir hjartastartara. Maðurin kom tó fyri seg, sjúkrabilur kom á staðið, men tá hevði Bjarki Danielsen sent liðini inn og sagt: Tað endar 1-3. Ein skeiv avgerð í einari truplari støðu - heimild var ikki til hetta, og tað skapti ávísar trupulleikar.

So varð spurningurin: Hvat skuldi nú gerast?

Sí eisini: Ikki allar súður syftar viðvíkjandi dystinum í Fuglafirði

[object Object]

[object Object]
Ein heilt óvæntað - og ófrættakend - støða í Fløtugerði fyri viku síðani (Myndir: Sverri Egholm)

- Botnkorrupt og mafiatilstandir

Nógv kjak stóðst av hesum. Fyri at gera eina langa og heldur torskilda søgu stutta avgjørdi kappingarnevndin hjá FSF mánadagin, at dysturin skuldi takast uppaftur í 89. minutti við støðuni 1-3 dagin eftir. Og soleiðis varð.

Fitt varð skrivað úr Fuglafirði um, at hetta ikki var við støði í kappingarreglunum, og um tað at ÍF ikki fekk møguleika at kæra.

Liðini møttu upp týsdagin, spældu samanlagt seks minuttir, og tey trý stigini fóru endaliga til Toftir.

Sí eisini: 
Ein heilt serstakur fótbóltsdagur í Fuglafirði
Myndir: Til stuttan dyst í Fløtugerði

[object Object]
Ólavur Larsen og Bjarki Danielsen til "seinna dystin"  í Fuglafirði. - Tað er vantandi gjøgnumskygni í málinum, tá eingin kann fortelja okkum, hvør hevur tikið avgerðina ella standa við hana, sigur venjarin við Portalin (Mynd: Sverri Egholm)

Høvuðsvenjarin hjá ÍF var tó ikki liðugur at geva ilt av sær. Á FM1 og serliga á egnum Facebook-vanga kom hann við nógvum ákoyringum mótvegis FSF - bæði áðrenn og aftaná uppafturtøkuna. Hetta var við einum uppslagi um støðuna og síðani viðmerkingunum undir tí.

Millum annað skrivaði Ólavur Larsen í viðmerkingunum:

- FSF er botnkorrupt. Tað vísir hendan støðan.

Og eisini:

- Tað eru tilstandir sum á Sicilia.

Hetta seinna vísandi til mafiavirksemi.

FSF: - Kann als ikki góðtakast og leikbann skal viðgerast
Talan er um álvarsamar ákærur frá einum venjara í Betrideildini, umboðandi eitt felag sum í roynd og veru "eigur í Fótbóltssambandi Føroya". Ein álitispersónur í felagnum skrivar alment, at siðspilla er í FSF, og at felagskapurin harvið ikki er at líta á, tá tað skal taka støðu í málum.

Tí hevur Portalurin vent sær til Fótbóltssamband Føroya fyri at spyrja um tey hava nakrar viðmerkingar til serliga hesar útsagnirnar hjá Ólavi Larsen ella um málið sum heild. Christian Andreasen er rímiliga greiður og vísir á millum annað umdømið og álit:

-  FSF kann ikki góðtaka slíkar ærumeiðandi útsagnir. At ein venjari fyri eitt lið í bestu deildini setur slíkar skuldsetingar móti FSF, er sum heild til stóran skaða fyri umdømið hjá føroyskum fótbólti. Tað er eisini við til at máa støðið undan tí álitið, sum almenningurin má hava á, at virksemið hjá FSF í øllum lutum er óheft frá seráhugamálum.

[object Object]
Christian Andreasen staðfestir, at slíkar skuldsetingar ikki kunnu góðtakast, og at tær eru við at máa støðið undir álitinum á FSF  (Savnsmynd: Sverri Egholm)

FSF-forsetin vísir víðari til Grein 11 í Vegleiðing um leikbann. Hetta snýr seg um óhøviskan atburð í sambandi við dyst og venjing. Har stendur millum annað soleiðis:

- Leikarar ella aðrir álitispersónar í felagnum, sum alment sáa iva um gegni dómarans, mótstøðuliðið ella onnur í sambandi við dyst ella venjing, verða revsaði við leikbanni ella burturvísing minst 3 dystir. Um talan er um serliga grovt brot, kann talan gerast um enn longri leikbann ella burturvísing.

Vísandi til hetta fer umsitingin hjá FSF at leggja málið um útsagnirnar hjá ÍF-venjaranum fyri Kappingarnevndina, grundað á omanfyristandandi reglur. Hetta staðfestir Christian Andreasen at enda.

Vantandi grundgevingar og gjøgnumskygni
Júst hvat umstingin ger, og hvat kappingarnevndin ger, er ein av høvuðspunktunum í ónøgdini hjá Ólavi Larsen.

- Eftir viðgerðina, hvørt dysturin skuldi spælast av nýggjum ella takast uppaftur, hevur ÍF spurt, hvør átti avgerðina, og á hvørjum grundarlag hon varð tikin á. Umsitigin vísir til Kappingarnevndina, Kappingarnevndin vísir til umsitingina, og ÍF fær ikki svar uppá hvør hevur verið við á fundi, tá avgerðin er tikin. Tá er heilt galið.

Portalurin hevur vent sær til høvuðsvenjaran hjá ÍF. Vit spurdu millum annað, um tað ikki er ov ógvusligt at nýta orð sum "botnkorrupt" og vísa til "mafiutilstandir", tá tosað/skrivað verður um FSF.

Ólavur Larsen viðgekk, at tað kanska ikki var neyðugt at nýta serliga botnkorrupt á almennum palli.

Samstundis stóð fuglfirðingurin fast við, at málið als ikki var farið rætt fram frá hansara sjónarhornið. Hetta tí at sambært føroysku reglugerðini skuldi dysturin verið spældur umaftur, og at har ikki vóru haldgóðar grundgevingar - sum heild vantar gjøgnumskygni inni í FSF, heldur venjarin:

- Grundgevingarnar fyri uppafturtøku koma tveir tímar undan, at dysturin skal byrja aftur. Og í mínari verð halda tær als ikki. Tað sær út sum, at man bara hevur tikið eina avgerð og so roynt at funnið fordømi uttanfyri landoddarnar. FSF kann tó ikki vísa á eitt einasta dømi í Norðanlondum, sum annars verður víst til í avgerðini. Og sum sagt: Tað er vantandi gjøgnumskygni í málinum, tá eingin kann fortelja okkum, hvør hevur tikið avgerðina ella standa við hana Hesar eru orsøkirnar til, at eg nýti orðingina "botnkorrupt".

Har eru bæði dømi í bæði Danmark og Niðurlondum um uppafturtiknar dystir av serligum umstøðum  - ein í Danmark av ógvuliga líknandi orsøkum. Hesar eru tó sum skilst ikki beinleiðis at síggja í grundgevingunum.

Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya kom annars út við nevndari almennari grundgeving, har tað millum annað stóð, at "orsakað av vantandi ásetingum í kappingarreglunum og fordømum er støði tikið í líknandi málum og mannagongdum í grannalondunum". Her snýr tað seg millum annað um, at tað vantar ein partur í ásetingini í § 7, stk. 5. Hon sigur annars, at ein slitin dystur skal spælast av nýggjum - her er tó talan um veðuráseting, vísir FSF á.

Les um tað her: Tì varð dysturin í Fuglafirði tikin uppaftur

Ólavur Larsen sigur til seinast við Portalin, at hann gjarna tekur eitt leikbann fyri hetta málið. ÍF flutti endaliga niður, vegna úrslitið av dystinum móti B68.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder