Annað

Inniróður: Góð úrslit í EM-kapping í fjarstøðu

Føroysku innirógvarnir kappaðust um evropameistaraskapin í Kollafirði.

Sarita Kristina Hansen

Sarita Kristina Hansen

2020-12-07 18:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

13 føroyskir rógvarar vóru um vikuskiftið í EM-kapping í innirógving. Orsaka av koronastøðuni vórðu rógvararnir til EM-kappingina ikki savnaðir á sama staði í ár, men róðu hvør sær, og so varð kappast á netinum.

Róðrarsamband Føroya skipaði soleiðis fyri, at føroysku rógvararnir kappaðust í fimleikahøllini í Kollafjarðar skúla.

Sarita Kristina Hansen, sum fyrr hevur klárað seg sera væl í altjóðakappingum vann EM í kappingini á 500 metrum í aldursbólkinum 30-39 ár, lættvekt. Hon róði teinin í tíðini 1 minutt og 41,4 sekund. Hetta úrslit rakk eisini til eitt annaðplást í opna bólkinum í lættvekt.

Kristian Linklett Mortansson gjørdist nummar tvey í bólkinum U23. Hann róði 500 metrar í tíðini 1 minutt og 19,4 sekund.

Føroyskir rógvarar fingu eisini fleiri triðjapláss:
Vár Hansen í bólkinum U23 við tíðini 1 minutt og 35,8 sekund
Símun Tórur Joen-Jacobsen í bólkinum SF B við tíðini 1 minutt og 22,0 sekund
Niels Juul Akraberg Poulsen í bólkinum Yr9B har hann róði 1.125 metrar upp á fýra minuttir og á 500 metrum í tíðini 1 minutt og 36,9 sekund.
Mattias Durhuus fekk eisini triðja pláss í bólkinum Yr11B við tíðini 1 minutt og 26,0 sekund

Elsa Magnussen bleiv nr. 4 á 500 metrum í bólkinum 30-39 ár við tíðini 1:36.7.
Bára bleiv nr. 4 í bólkinum Yr 10 G við 1.299 metrum upp á 5 minuttir.

Nóa Thomsen bleiv nr. 5 í bólkinum Yr 10 B við 1.469 metrar upp á 5 minnuttir. Og eisini í 500 metrum við tíðini 1 minutt og 33,1 sekund.
Mattias Djurhuus bleiv nr. 5 í bólkinum Yr 11 B við 1.831 metrar upp á 6 minuttir.

Bergur Robert Dam Joensen bleiv nr. 7 á 500 m í opna bólkinum lættvekt við tíðini 1 minutt og 26,6 sekund.

Bjarma Danielsen fekk eitt deilt 8. pláss í bólkinum Yr 9 G við 1 008 m upp á 4 minuttir.

Bára Wang Olsen bleiv nr. 9 á 500 metrum í bólkinum Yr 10 G við tíðini 1:48.1.

Bjarma Danielsen bleiv nr. 12 á 500 metrum í bólkinum Yr 9 G við tíðini 1:52.3.

Jóannes Olsen bleiv nr. 17 í bólkinum Yr 10 B við 1.354 metrum upp á 5 minuttir.

Jóannes bleiv nr. 18 á 500 metrum í bólkinum Yr 10 B við tíðini 1:42.6.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder