Fótbóltur

Intensur annar hálvleikur uttan fleiri mál

Vit vunnu 2-1. Føroyar høvdu fleiri góðar møguleikar at økja móti endanum av dystinum.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-06-11 18:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast onki mál kom í øðrum hálvleiki, so gjørdist tað ein intensur hálvleikur við nógvum spennindi.

Litavar høvdu nógv spæl í byrjanini av hálvleikinum og føroyingar fáar møguleikar fram til 66. minutt, tá Håkan Ericsson framdi eina trífalda útskifting. Ari Mohr Jónsson, Sonni Ragnar Nattestad og vanligi liðskiparin Hallur Hansson komu inn fyri Meinhard Olsen, Odmar Færø og málskjúttan Jákup B. Andreasen.

Við útskiftingini kom meira tyngd í føroyska liðið, sum fekk trýst Litava nógv meira og skapt fleiri vandamiklar støður.

Móti endanum av dystinum, tá eisini Jóan Símun Edmundsson var komin inn fyri Patrik Johannessen, kundu Føroyar fingið bæði eitt og tvey mál afturat. Millum annað hevði Hallur Hansson eina roynd, sum málmaðurin akkurát fekk boksað á stongina og aftur í føvningin.

Men tað kom onki  mál. Føroyar vunnu 2-1 uttan at nakað reytt kort varð givið ella boð vóru send eftir VAR-eftirlitinum.

Ein uppiborin føroyskur sygur, og ein hevði hug at taka synd í litavum, sum nú hava tapt tríggjar dystir á rað greitt. Tað var heilt týðuligt at síggja, at stemningurin á litaviska útskiftingarbeinkinum var alt annað enn góður.

Venjari teirra rópti og skeldaði út uttan at geva ráð og vegleiðing, og kanska var júst tað munurin á liðunum í dag.

Vit rokna við, at stóri spurningurin er, um Valdas Ivanauskas fer at standa á síðulinjuni, tá Litava møtir Turkalandi á útivølli týsdagin.

Føroyar-Litava

06. min 0-1: Fedur Chernykh
20. min 1-1: Viljormur Davidsen (brotsspark)
45. min 2-1: Jákup B. Andreasen 

Støðan í bólkinum er nú tann, at Turkaland og Luksemburg hava 6 stig fyri tveir dystir. Tey møtast seinni í kvøld. Føroyar hava trý stig og Litava onki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder