Annað

IOC: Einki fær okkum at avlýsa OL

Japanska stjórnin hevur longt undantaksstøðuna í Tokyo fyri at fáa tamarhald á vaksandi smittutalinum, men John Coates, varaforseti í Altjóða Olympisku Nevndini kann ikki ímynda sær, at tey fara at avlýsa ella útseta OL í summar.

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2021-05-08 10:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin longdi japanska stjórnin undantaksstøðuna í Tokyo og trimum øðrum landslutum til síðst í mai. Endamálið er at fáa tamarhald á vaksandi smittutalinum í landinum, nú Olympisku Leikirnir í Tokyo av álvara nærkast.

OL í Tokyo skuldi upprunaliga verða í 2020, men leikirnir vórðu útsettir í eitt ár orsakað av koronu. Eftir ætlan skal OL fara av bakkastokki 23. juli, hóast smittustøðuna í Japan.

John Coates, varaforseti í Altjóða Olympisku Nevndini (IOC) heldur ikki, at har er nakað, sum kann fáa tey at avlýsa ella útseta leikirnar enn einaferð, skrivar Ritzau.

Fleiri kanningar hava annars víst, at ein meiriluti av japanska fólkinum ynskir, at OL verður avlýst ella útsett.

Tað var 25. apríl, at japanska stjórnin fyrst lýsti undantaksstøðu í Tokyo, Osaka, Kyoto og Hyogo fram til 11. mai. Vónin var tá, at tað fór at vera nóg mikið til at fáa tamarhald á nýggju smittubylgjuni, sum hevði rakt landið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder