Í kjalarvørrinum á nógvu mótmælunum hjá Black Lives Matter-rørsluni móti sosialum órættvísi og rasismu, vóru nógvir felagsskapir, sum heittu á Altjóða Olympisku Nevndina (IOC) um at broyta reglurnar, so ítróttafólk fáa loyvi at gera vart við síni politisku sjónarmið, men einki verður broytt, váttar IOC.
Á olympisku leikunum í Tokyo í summar, og vetrarleikunum í Beijing á vetri komandi ár, verður framvegis ikki loyvt ítróttarfólkum at gera vart við politisk sjónarmið. Fara ítróttafólk eitt nú niður á knæ, kunnu tey vænta sær revsing fyri hetta.
Avgerðin hjá IOC um ikki at broyta reglurnar kemur, eftir at tveir triðing av teimum 3.547 ítróttafólkunum, sum luttóku í einari spurnakanning søgdu, at tað ikki tænti nakað endamál at mótmæla ella gera vart við nøkur politisk sjónarmið undir leikunum, skrivar Ritzau.
Olympisku leikirnir í Tokyo fara av bakkastokki 23. juli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald