Politiskar útsagnir mugu ikki flyta fokus frá ítróttarligu avrikunum, tá OL verður í Tokyo í summar.
Tað sigur Altjóða Olympiska Nevndin, IOC í skrivi við dagførdum leiðreglum, sum varð almannakunngjørt í vikuni.
Tað er nevniliga ikki loyvt hjá luttakarum at koma við politiskum útsøgnum ella at mótmæla politiskt á annan hátt í sambandi við kappingunum. Í nýggju leiðreglunum, sum eru dagførdar við fleiri dømum, stendur m.a.:
- Ítróttafólk í Olympisku Leikunum eru partur av einum altjóða felagsskapi við nógvum ymsum áskoðanum, lívsstílum og virðum. Endamálið hjá Olympisku Leikunum um at sameina øll londini í heiminum kann lætta um fatanina av ymsum áskoðanum, men hetta kann bara fremjast, um øll vísa virðing fyri hesum.
Sambært IOC, sleppa ítróttafólk eitt nú ikki at bera skelti ella armbond, ið vísa ein politiskan boðskap. Tey sleppa heldur ikki at mótmæla við at fara niður á knæ ella við at nokta at fylgja mannagongdini í sambandi við almennum hátíðarhaldum, skrivar TV2.
Um onkur brýtar hesar reglur, verður tað olympiska nevndin hjá tí landinum, sum viðkomandi umboðar, sum saman við IOC og einum altjóða ítróttafelagsskapi skulu finna eina hóskandi revsing.
Tó er tað ikki heilt bannað hjá luttakarum at koma við politiskum útsøgnum. IOC sigur seg nevniliga stuðla talufrælsinum fullkomiliga, og tí kunnu ítróttafólk eitt nú koma við politiskum útsøgnum í sambandi við tíðindafundi ella samrøðu við tíðindafólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald