Ítróttasamband Føroya skrivaði í gjár undir stuðulsavtalu við fýra vinnurekandi feløg, sum í komandi tíðum kunnu siga seg vera samstarvsfelagar hjá føroyska ítróttinum.
Higartil hevur ÍSF gjørt avtalu við felag, sum hevur verið høvuðsstuðul til oyggjaleikirnar, sum verða hildnir á øðrum hvørjum ári.
Seinast var avtala gjørd við Atlantsflog. Men í sambandi við komandi oyggjaleikir í Gibraltar, hevur evsti myndugleikin fyri føroyskan ítrótt valt at gera avtalu við fýra samstarvsfelagar, sum verða knýttir til ÍSF í samstarvi, sum fevnir meira enn bara oyggjaleikirnar.
Atlantsflog er við aftur. Hinir partnararnir, sum eru við í samstarvsavtaluni eru SMS, Skálkur og Televarpið.
Samstarvsavtalan varð undirskrivað í SMS í gjár, har 80 ára jubileumsframsýningin hjá ÍSF hevur staðið uppi síðan sjálvan dagin í farnu viku, og stendur frammi nakrar dagar afturat.
Í sama sambandi var eisini búnin, sum ítróttafólkini skulu bera á oyggjaleikunum í ár avdúkaður. Talan er – eins og áður – um ein bláan búna, hesaferð av merkinum Craft.
Tvey av dugnaligu føroysku ítróttafólkunum, rennarin og longdarleyparin Tórur Mortensen og badmintonleikarin Gunnvá Jacobsen vístu búnarnar fram undir undirskrivingarhátíðarhaldinum í gjár, har Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti, skrivaði undir samstarvsavtaluna við Jóhonnu á Bergi frá Atlantsflogi, Edvard í Skorini Joensen frá Televarpinum, Regin Dalsgaard frá SMS og Rúna Mohr frá Skálki.
Oyggjaleikir, sum í ár verða hildnir í Gibraltar sunnast á iberisku hálvoynni eru teir 18. í røðini, og verða hildnir ídøgunum 6. til 12. juli. Umleið 150 íðkarar og leiðarar luttaka úr Føroyum. Føroyar luttaka í hesum ítróttagreinum: Frælsur ítróttur, badminton, kurvabóltur, súkling, judo, leirdúgvuskjóting, svimjing, borðtennis, tennis og triathlon.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald