Fyri trimum mánaðum síðani spældu liðini FM-finaluna í Gundadali, og í gjárkvøldið hittust tey til venjingardyst, 3. umfar í VFF Cup. Aftur hesaferð var KÍ omaná.
Eitt mál kom í hvørjum hálvleiki. Í 1. hálvleiki skoraði Sebastian Avanzini, ið fyri smáum tveimum vikum síðani kom úr AC Horsens. 18-ára gamli Jonn Johannessen, ið byrjaði í álopinum, átti uppleggi. Eftir stegðin skoraði Gulak Jacobsen. 17-ára gamli skjóti álopskendi leikarin hevur ongan skrásettan vaksnamannadyst spælt í Føroyum. Hann hevur roynt seg í Sønderjyske seinastu árini og vandi fyri jól á Skála, har klaksvíkingurin gjørdist tvídalfur málskjútti í venjingardysti móti B68.
Les eisini:
- Ivist ikki í at hann verður ein fongur fyr KÍ -og føroyskan fótbolt
- 17-ára gamal klaksvíkingur gjørdi bart fyri Skála á Svangaskarði
Hjá KÍ var annars merkisvert, at Jóannes Kalsø Danielsen spældi allan dystin á høgra bakki. Hann var ikki við móti HB, spældi eina lítla løtu í Trongisvági sunnudagin, og skuldi ikki verða heilt tøkur orsaka av skaðanum í skøvningum fyrrenn um ein mánað ella so. Eisini var áhugavert, at serbiski miðverjin Deni Pavlovic var á sentrala miðvøllinum, og at Odmar Færø spældi móti sínum gamla liði.
Fyrsti dystur hjá Odmar Færø frá byrjan í KÍ var ímóti sínum gamla felagið á sínum gamla heimavølli (Mynd: KÍ)
Hjá B36 spældi Sonni Ragnar Nattestad aftur við. Hann hevur vant við árstalsfelagnum í ár, meðan hann leitar eftir nýggjum felagi. Jákup á Borg sló fast fyri Portalinum í seinastu viku, at Sonni Ragnar og Meinhard Olsen bara halda seg í gongd í B36, Bárður Olsen, ið seinastu árini hevur spælt við AB, kom á vøllin í 2. hálvleiki, eins og hann gjørdi í dystinum móti EB/Streymi í farnu viku.
Sonni Ragnar Nattestad, her til landsliðsvenjing, hevur vant og nú spælt tveir venjingardystir við B36 (Mynd: Sverri Egholm)
Liðini spældu tveir ferðir 35 minuttir. Her eru liðini ið spældu, sambært bolt.fo:
B36-KÍ 0-2 (0-1)
Sebastian Avanzini 1-0
Gulak Jacobsen 2-0
B36 (4-4-1-1): Mattias Lamhauge - Benjamin Heinesen, Andrias Eriksen, Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard - Árni Frederiksberg, Magnus H. Jacobsen, Bjarni Petersen, Jóhan Hansson - Stefan Radosavljevic - Sebastian Pingel.
Hesir komu inn: Bárður Olsen, Mattias W. Joensen, Andreas Thomsen, Rani í Soylu, Markus Hellisdal, Martin Agnarsson og Sámal Johannesen.
KÍ byrjaði við hesum liðnum (4-4-2): Kristian Joensen - Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Jesper Brinck, Ólavur Niclassen - Sebastian Avanzini, Jákup B. Andreasen, Deni Pavlovic, Boris Dosljak - Jonn Johannessen, Ole Erik Midtskogen.
Hesir komu inn: Alessio Hyseni, Børge Petersen, Gulak Jacobsen, Steinbjørn Olsen og Olaf Hansen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald