Føroyskur ítróttur stendur í fagrasta blóma, og tað sæst á úrslitunum á altjóða pallinum. Á Ítróttafagnaðinum 2023 fagna vit okkara bestu ítróttafólkum og teimum eldsálum, sum eru kring landið.
Ítróttafagnaðurin verður leygarkvøldið klokkan 20, og sum nakað nýtt verður tiltakið víst á Rás1 á Televarpinum og á tv.fo.
Sjey heiðurslønir verða latnar. Finnast skulu ársins navn, venjari og stjørnuskot, eldsál og felagsskapur, og so verður Poul E. Petersens heiðusskjalið eisini latið.
Sum nakað nýtt verður ársins sólstrála kosin. Ársins sólstrála er ein ungur persónur – 20 ár ella yngri, ið millum annað stimbrar undir rørslu og ítróttagleði, og sum leggur lunnar undir tann góða felagsskapin.
Hesi eru í uppskoti til at vinna:
ÍtróttaNAVNIÐ:
• Besta mansliðið hjá KÍ
• A-landsliðið hjá monnum í hondbólti
• Jónas Gunnleivsson Isaksen (Bragdið)
ÍtróttaVENJARIN:
• Wong Fai Yin (Havnar Badmintonfelag)
• Heri Ziska (Hvirlan)
• Sarita Kristina Hansen (KÍF kappróður)
ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ:
• Jónas Gunnleivsson Isaksen (Bragdið)
• Rakel Brattalíð Tindskarð (reiðfólk)
• U19-landsliðið hjá monnum í hondbólti
ÍtróttaELDSÁLIN:
• Eyðdis Ellendersen (Tvøroyrar Bóltfelag)
• Jón Brekku (Havnar Tennisfelag)
• Jan Johannesen (Flogbóltsfelagið Dráttur)
ÍtróttaFELAGSSKAPURIN:
• Mjølnir
• B71
• Hondbóltssamband Føroya
ÍtróttaSÓLSTRÁLAN:
• Gyða B. Djónadóttir og Johanna Østerø (Neistin)
• Ári Fríðason Jensen (Borðtennisfelagið Tór)
• Gunnvá Fríða Bárðardóttir Nielsen (VÍF og Havnar Fimleikarafelag)
Sára Jógvansdóttir og Tróndur Arge eru vertir. Tónleikurin verður við Annu Sofíu Skoradal, Róki Jákupsson, Adrenaline og Kristinu Bærendsen. Henning Hjalt Nicodemussen stendur á odda fyri orkestrinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald