Ítróttarsamband Føroya: Covid-19 stuðulin til ítróttin er nú býttur út millum 43 ítróttafeløg. Løgtingið setti fýra milliónir krónur av til covid-19 stuðul til ítróttin, og henda upphæddin røkkur til at endurrinda ítróttafeløgunum 90 prosent av mistum inntøkum tíðarskeiðið 12. mars - 30. juni 2020.
Ítróttarfeløg kundu søkja um stuðul fyri mistar inntøkur eftir “Reglugerðini fyri stuðul til mistar inntøkur í sambandi við COVID-19”, tí ítróttatiltøk vóru avlýst ella nógv avmarkað sum ein avleiðing av almennu covid-19 tilmælunum.
45 feløg nýttu møguleikan og søktu um tilsamans 6,6 milliónir krónur. Sambært covid-19 reglugerðini høvdu 43 feløg rætt til stuðul á samanlagt umleið 4,5 milliónir krónur. Tær fýra milliónir krónurnar, sum løgtingið oyramerkti til covid-19 stuðul, svara sostatt til, at ítrótturin fær 90 prosent av mistum inntøkum aftur.
Yvirlit yvir feløg, ið hava fingið stuðul
- Klaksvíkar Róðrarfelag: 62.485,26
- NSÍ (Nes Sóknar Ítróttarfelag): 124.689,97
- Havnar Fimleikafelag: 93.811,78
- Kappróðrarfelagið NSÍ: 27.213,04
- Klaksvíkar Fimleikafelag: 63.369,30
- Hondbóltsfelagið Neistin: 250.000,00
- Vágs Bóltfelag: 64.452,69
- FC Suðuroy: 143.089,69
- TB-Flogbóltur: 66.296,54
- Tvøroyrar Fimleikafelag: 31.294,95
- Ítróttarfelagið Argir: 42.848,79
- Flogbóltsfelagið Fleyr: 41.415,38
- Sandoyar Fimleikafelag: 18.041,59
- Argja Róðrarfelag: 31.471,76
- Ítróttarfelagið Bragdið: 240.019,96
- Fótbóltsfelagið B36: 116.475,63
- Víkingur: 101.226,87
- Argja Bóltfelag: 104.210,05
- Bóltfelagið Royn 162.891,24
- Klaksvíkar Ítróttafelag: 52.970,12
- Skála Ítróttarfelag: 140.604,46
- Treysti: 48.767,33
- Havnar Dartfelag: 27.865,24
- Fimleikafelagið FLOG: 31.261,57
- Tvøroyrar Bóltfelag: 106.429,17
- Fimleikafelagið Støkk: 215.546,53
- Ægir Svimjifelag: 53.222,70
- H71: 235.915,49
- Eiðis Bóltfelag: 28.960,37
- Havnar Bóltfelag: 74.119,38
- Kollafjarðar Ítróttarfelag: 122.807,33
- Flogbóltssamband Føroya: 48.931,51
- Hondbóltsfelag Team Klaksvík: 18.041,59
- EB/Streymur: 21.649,91
- Kyndil: 190.009,78
- Sandoyar Ítróttarfelag B71: 67.485,80
- 07 Vestur: 84.606,06
- Vestmanna Ítróttarfelag: 184.926,34
- Fimleikafelagið Ljósið: 82.281,40
- Føroya Ríðingarfelag: 137.871,16
- Ítróttarfelag Fuglafjarðar: 71.654,00
- Tofta Ítrottarfelag B68: 126.752,12
- Havnar Svimjifelag: 42.016,17
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald