Annað

Ítróttafeløg og sambondini kunnu nú søkja um covid-19 stuðul fyri mistar inntøku

Løgtingið hevur oyramerkt fýra milliónir krónur til endamálið. Ítróttafeløgini missa í summar umleið átta milliónir krónur í inntøkum..

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-07-13 07:38 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroya Løgting hevur sett fýra milliónir krónur av í covid-19 stuðli til ítróttafeløg og sambondini innan ítróttin – tað eru sambært reglugerðini ÍSF og limafeløg tess.

Ítrótturin kann søkja um mistar inntøkur fyri tíðarskeiðið 12. mars - 30. juni 2020. Søkjast kann um stuðul fyri mistar inntøkur, tí ítróttatiltøk hava verið avlýst ella nógv avmarkað sum ein avleiðing av almennu covid-19 tilmælunum.

Umsóknirnar verða viðgjørdar við støði í “Reglurgerðini fyri stuðul til mistar inntøkur í samband við COVID-19”. Mista inntøkan verður ásett eftir miðalinntøkuni hjá einstaka ítróttafelagsskapinum fyri árini 2018 og 2019. Hægsta møguliga stuðulsupphædd er 250.000 krónur, og lægsti møguligi stuðul er 20.000 krónur.

Ein uppgerð, sum ÍSF gjørdi í vár – grundað á tøl frá føroysku ítróttafeløgunum – vísti, at ítróttafeløgini í summar missa umleið átta milliónir krónur í inntøkum.

Ítróttafelag og sambond undir ÍSF hava fingið umsóknarskjal um covid-19 stuðul. Freistin at søkja stuðul er 31. august 2020.

 

Ítróttasamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder