Í dag verður Ítróttasamband Føroya 80 ár. Til tess at fejra hetta hevur ein fjøld av feløgum opið hús leygardagin 6. apríl 2019.
Eisini í Sundalagnum lata tvey av okkara fremstu feløgum dyrnar upp. Talan er um Sunda Byrsufelag og Sunda Judofelag, skrivar Sunda kommuna.
Sunda Byrsufelag hevur opið í felagshúsinum við Norðskála frá kl. 14.00-17.00 har eggjað verður fólki at koma og royna leirdúgvuskjóting, undir vegleiðing av royndum skjótivegleiðarum.
Sunda Judofelag bjóðar inn til familju Judo í fimleikarhøllini í Skúlanum við Streymin frá kl. 16.00-17.00.
Fyrsti formaðurin í ÍSF var Poul E. Petersen, lærari og ítróttaráðgevi. Hann var maðurin, sum tók stig til at savna fólk til ein fyrireikandi fund á Sjómansheiminum 16. august í 1938, har lógarreglur fyri ÍSF vórðu góðkendar.
Tann 4. apríl í 1939 var so stovnandi aðalfundur sama stað. Sjey feløg vóru vóru við á stovnandi aðalfundinum, HB, Havnar Fimleikafelag, Havnar Róðrarfelag, Neistin, SÍ, VB og EB. Í dag eru fleiri enn 120 feløg limir í sersambondunum í ÍSF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald