Fótbóltur

Ítróttarligt gott lutakast fyri Føroyar

A-landsliðið hjá monnum skal nakrar túrar eystueftir næsta ár, og Lewandowski verður helst millum leikararnar, ið verða at síggja á Tórsvølli, tá undankappingin til EM 2024 verður spæld: Póland, Kekkia, Albania og Moldova eita mótstøðuliðini.

Sølvi Vatnhamar í 2-1 sigrinum á Moldova á Tórsvølli í september í fjør (Mynd: Jens Kr. Vang)

Sølvi Vatnhamar í 2-1 sigrinum á Moldova á Tórsvølli í september í fjør (Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-10-09 11:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar fingu ikki heilt stórar fótbóltstjóðir úr pottinum, tá lutakastið til EM-undankappingin var fyri lítlari løtu síðani í Frankfurt am Main.

EM-endaspælið í 2024 verður í Týsklandi, og hóast tað er ósannlíkt, at Føroyar verða eitt av liðunum í endaspælunum, so er møguleikin avgjørt til staðar fyri fleiri stigum.

Hetta er greitt, eftir at Føroyar endaðu í bólki E saman við tveimum londum úr Miðevropa og tveimum úr Eysturevropa

Bólkur E:
Pólland
Kekkia
Albania
Føroyar 
Moldova

Hóast tað ikki kom nakað lið úr niðasta styrkisbólki, hóast einki heilt stórt lið kemur á Tórsvøli, og nakrir longri túrar eystureftir skulu til, so er talan um eitt gott føroyskt lutakast, um tað verður hugt ítróttarliga eftir tí.

Pólland var millum veikastu liðini úr ovasta styrkisbólki, og tað sama er galdandi fyri Albania og triðja styrkisbólk. Føroyar hava ongantíð verið í bólki saman við hesum liðum fyrr í undankapping.

Tað var síðst í 90unum, at Føroyar og Kekkia spældu tveir rímiliga tættar dystir í EM-undankapping. Kekkar hava á pappírinum als ikki eins sterkt lið sum til dømis tá.

Í HM-undankappingini í fjør spældu Føroyar móti Moldova. Har eydnaðist at vinna á Tórsvølli - dysturin í Moldova endaði við javnleiki.

Undankappingin byrjar síðst í mars 2023. Kappingarskráin verður helst klár seinni í dag. Meira um tað og lutakastið seinni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder