Fyrsti dysturin í 2. umfari í Betrideildini verður samstundis tann fyrsti í ár, har áskoðarar kunnu verða til staðar. Løgmaður kunngjørdi á tíðindafundi hósdagin, at áskoðarar sleppa aftur til ítróttartiltøk
Tað skulu tó vera undir skipaðum viðurskiftum, og tað er við avmarkingum. TB, ið er vertur fyri dystinum móti KÍ í dag, kunngjørdi í gjárkvøldið, hvussu ítróttarøkið við Stóra verður skipað í tráð við ásetingarnar frá heilsumyndugleikunum og FSF.
Les eisini: Sita á øðrumhvørjum stóli
Fimm øki eru gjørd, ið hava fingið fimm ymiskar litir. Tá áskoðarnir koma inn, verða teir vístir til eitt ávíst øki. Har skulu teir so verða undir øllum dystinum - møguleiki at nýta vesi er í hvørjum øki. TB boðar frá, at vaktarfólk eru í hvørjum øki fyri at hjálpa, um spurningar eru. Eftir dystin verður kunning í hátalaranum um, hvussu fólk í hvørjum einstøkum øki skulu fara av ítróttarøkinum. Frástøða á ein metur skal haldast.
TB heitir á øll um at virða ásetingarnar. Fyrsta bríksl í Trongisvági er klokkan 14. Til ber at fylgja beinleiðis við støðuni á forsíðu okkara.
Les eisini: Jagstra fyrstu stigini
Fótbóltur
Ítróttarøki við Stóra býtt upp í fimm øki
Áskoðarar til TB - KÍ í dag verða vístir til eitt ávíst øki og skulu halda frástøðu á ein metur.
2020-05-16 12:25
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald