Fótbóltur

Jagstra fyrstu stigini við Stóra

Føroyameistarin vitjar hjá aldursforsetanum í fyrstu uppgerðini í 2. umfari.

Dánjal Godtfred og TB taptu fyri NSÍ fyri viku síðani - nú skulu teir í svørtum og hvítum stríðast við KÍ í Trongisvági. Vágbingurin er liðformaður hjá TB (Mynd: Sverri Egholm)

Dánjal Godtfred og TB taptu fyri NSÍ fyri viku síðani - nú skulu teir í svørtum og hvítum stríðast við KÍ í Trongisvági. Vágbingurin er liðformaður hjá TB (Mynd: Sverri Egholm)

2020-05-16 10:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tvey tey elstu feløgini í føroyskum fótbólti hittast seinnapartin til fyrsta dystin í 2. umfari í Betrideildini. TB hevði 128 ára føðingardag í vikuni. KÍ varð stovnað 12 ár seinni, og hevur 24. august 116 ára føðingardag. 

Liðini anno 2020 hava tað til felags, at tað endaði við tvey-máls tapi í fyrsta umfari. TB tapti 3-1 fyri NSÍ við Løkin, og B36 koppaði KÍ við Djúpumýrar við 2-0 sigri. Nú fer íhvussu er annað av liðunum at fáa stig.

[object Object]
Klæmint vann bóltin frá Ndende og fá sekund seinni, lá bólturin í málinum hjá TB (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
B36 var at enda omaná...

[object Object]
..og harvið kundu teir hvítkløddu fegnast í Klaksvík seinasta vikuskifti (Myndir: Sverri Egholm)

Tað hevur seinastu árini verið talan um heilt javnar dystir millum liðini við Stóra. Seinasti greiði sigurin annan vegin var í juli 2012, tá KÍ vann heili 6-1 í Trongisvági. Seinast liðini hittust við Stóra var á Jóansøku í fjør, tá TB vann 1-0. KÍ er favorittur í dag, men tað er als ikki óvæntað, um tað verður lítil munur millum liðini á máltalvuni við dystarlok.

Les eisini: Javnt og málfátækt í Trongisvági tá KÍ vitjar

Odmar Færø, ið leygardagin spældi sín fyrsta dyst í Betrideildini fyri KÍ, segði í gjár við Portalin hetta um dystin: 

- Fyrst og fremst skulu vit levera ein fightarainnsats og ikki spara ein tann einasta metur, sum vit hava í beininum, fyri at vaska seinasta vikuskifti av okkum. Vit vita, at suðuroyingar eru sterkir á heimavølli. Tí skulu vit matcha teir fet fyri fet -  so skal góðskan hjá okkum vísa seg.

Rógvi Joensen, ið leygardagin skoraði málið hjá TB við góðum skoti, greiddi fyri Portalinum stutt frá, hvat TB-leikararnir skulu gera rætt í dystinum:

- Vit mugu halda KÍ vekk frá málmøguleikum og ikki gera feilir á egnari hálvu. Og samstundis mugu vit vera meira effektivir offensivt

Les eisini: Odmar Færø: Góðskan hjá okkum fer at vísa-seg
Rógvi Joensen: Verður deiligt at spæla við Stóra aftur

KÍ-hópurin fór um Suðuroyarfjørð í gjárkvøldið. Teir allarflestu vóru við. Jesper Brinck er tó ikki tøkur - danski verjuleikarin fekk heilaskjálvta í støðuni, tá B36 skoraði til 2-0 leygardagin. Óli Eyðsteinsson Poulsen hevur aftur trupulleikar við knænum. Tað gongur framá hjá Jákupi Biskopstø Andreasen og Páll Andrasson Klettskarð, ið ikki vóru førir fyri at byrja inni í 1. umfari.

[object Object]
Fyrsti dystur Páll Klettskarð spældi, tá hann kom aftur til KÍ úr italienskum fótbólti seinasta summar, var júst í Trongisvági. Spurningurin er, um hann er til reiðar at byrja inni hesuferð (Mynd: Jens Kr. Vang)

Poul Ingason fekk sambært bolt.fo ein vøddaskaða í dystinum móti NSÍ og verður úti í nakrar vikur. Eirikur Ellendersen er framvegis skaddur, og Ken Fagerberg er ivasamur.

[object Object]
Poul Ingason noyddist út tíðliga í 2. hálvleiki við vøddaskaða (Mynd: Sverri Egholm)

Fyrsta bríksl við Stóra verður klokkan 14.00. Dysturin kann síggjast á R2 hjá Televarpinum og keypast á mytv.fo. Vit hava myndir og dystarfrásøgn eftir dystarlok. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder