2019-03-01 17:47
Ítróttasamband Føroya hevur hetta vikusskifti vitjan av ítróttaskrivaranum í London-deildini hjá japanska blaðnum Asahi Shinbun, Kosuke Inagaki.
Asahi Shinbun er fimtastórsta blað í Japan við einum upplagi uppá 6 mió. um dagin.
Kosuke Inagaki kemur til Føroyar, at dekka arbeiðið hjá ÍSF, at fáa Olympiska viðurkenning.
Á vitjan síni í Føroyum fer Kosuke Inagaki, at hitta og hava samrøður við venjarar, leiðarar, ítróttafólk og umboð fyri almennu Føroyar.
- Ítróttasamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald