Føroysk ítrótt hevur av álvara gjørt um seg á altjóða pallinum seinastu árini, og tað fegnast flest øll um, men tað kostar eisini pengar at kappast uttanlands og at skipa fyri altjóða kappingum í Føroyum.
Játtanin til ÍSF hevur ikki fylgt teimum góðu úrslitinum, sum okkara ítróttarfólk hava avrikað, og tí standa sersambond í tí støðu, at tey kunnu ikki senda síni landslið út í heim at kappast ímóti teimum bestu.
Játtanin til ÍSF er í dag tíggju milliónir krónur, men út frá fíggjartørvinum hjá sersambondunum komandi árini, kann staðfestast, at játtanin til ÍSF frá tí almenna má vaksa við tilsamans 15 milliónum krónum tey komandi árini.
Hóskvøldið skipaði Ítróttasamband Føroya fyri Ítróttatingi í Sjónleikarahúsinum í Havn, har umboð fyri Fólkaflokkin, Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin, Sjálvstýri, Tjóðveldi, Framsókn og Framtakið kjakaðust um, hvussu landsins myndugleikar kunnu vera við til at lyfta føroyska ítrótt.
Á Ítróttatinginum søgdu valevnini fyri flokkarnir, tó við ymsum treytum, at tey vilja, at játtanin til ÍSF verður økt við fimm milliónum krónum árliga komandi trý árini, soleiðis at samlaða játtanin í 2023 er komin upp á 25 milliónir krónur.
Elin Heðinsdóttir Joensen forseti í ÍSF fegnast um, at tað tykist at vera breið semja millum flokkarnar og væntar tí, at komandi samgongan fer at taka hetta við í samgonguskjalið.
Tíðindaskriv frá ÍSF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald