Annað

Ítrótturin í Klaksvík saman um felags átak

1. - 6. apríl fara ítróttafeløg í Klaksvík at hava opið hús. Átakið er ein liður í at heiðra ÍSF, ið fyllir 80 ár 4. apríl.

2019-03-31 19:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í døgunum 1. – 6. apríl fara nærum øll ítróttarfeløgini í Klaksvík at hava opið hús. Endamálið er at hava eitt felags átak saman við ABC fyri sálarliga heilsu, sum leggur upp til at vera saman, virkin og hugbundin. Hesum boðar Klaksvíkar kommuna frá í dag.

Beinta Klakstein, forkvinna í Trivnaðarnevndini børn og ung, og Anja Olsen, samskipari hjá ABC í Klaksvíkar kommunu, hava tikið stig til átakið, sum eisini er ein liður í at heiðra ÍSF, sum fyllir 80 ár 4. apríl.

Fyrr í ár heitti ÍSF á ítróttarfeløgini um at hava opið hús leygardagin 6. apríl soleiðis, at øll – eisini tey, ið ikki eru limir í einum felag – fáa høvi at royna seg í ymiskum ítróttargreinum.

Sambært Anju Olsen, var hetta startskotið til teirra hugskot.

- Vit arbeiða støðugt við ABC fyri sálarheilsu, har vit eggja fólki at verða virkin saman og hugbundin. Tí hildu vit, at hetta var eitt upplagt høvi hjá fólki at verða virkin og verða saman, men samstundis at royna okkurt nýtt. Leygardagar eru ofta nógvar ítróttarkappingar á skránni, og tí tóku vit stig til at hava opið hús gjøgnum vikuna, og ikki bert leygardagin 6. apríl, sigur hon.

Anja Olsen leggur tó afturat, at felags tiltak eisini verður í hallunum 6. apríl ímillum kl. 11.00 – 14.00, har øll eru vælkomin.

Beinta Klakstein fegnast um átakið, ið bæði vísir fjølbroytni innan ítróttin í Klaksvík og blíðskap, har dyrnar verða latnar upp fyri øllum, sum ókeypis kunnu royna alskins tilboð í býnum.

- Vit kunnu siga, at hetta eisini er við til at seta sjóneykuna á tey mongu, sum dagliga gera eitt megnar arbeiði fyri allar borgararnar, sum ynskja at verða virkin og saman í ymiskum ítrótti, sigur hon.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder