Hondbóltur

Ivasamt avrik skal vendast í morgin

Føroyar taptu dystin við trimum málum í gjár í Kosovo. Hondbóltssambandið skrivar um ein dyst, har kvinnulandsliðið ikki rakti dagin, og at tað verður torført - men ikki ógjørligt í morgin - tá liðini møtast í seinna dystinum.

Marianna Geirsdóttir Eystberg gjørdi bart við tíggju málum, men ymiskt haltaði hjá Føroyum (Mynd: Hondbóltssambandið Føroya)

Marianna Geirsdóttir Eystberg gjørdi bart við tíggju málum, men ymiskt haltaði hjá Føroyum (Mynd: Hondbóltssambandið Føroya)

2022-11-04 12:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Hetta er eitt vónbrot. Hetta er ikki tað, man hevði væntað, og eg haldi ikki tær spæla upp til tað, tær kunnu.

Hetta segði Birgir Hansen, viðmerkjari í Kringvarpinum, beint aftaná HM play-off dystin í Kosovo í gjárkvøldið, har Føroyar taptu við trimum málum.

Heimasíðan hjá Honsbóltssambandinum er heldur ikki heilt mjúk. Undir yvirskriftini "Ivasamt avrik móti Kosovo" verður millum annað skrivað:

- Kvinnulandsliðið rakti ikki dagin, tá tær taptu 27-24 fyri Kosovo í dag. Dysturin kendist sum ein long niðanbrekka, har fá ting riggaðu og fáir marginalar koppaðu til okkara.

Les eisini: Lítið riggaði í Kosovo

Um føroysku byrjanina og ymsu trupulleikarnar stendur: 

- Føroyska liðið byrjaði dystin heldur trilvandi. Glið kom ongantíð veruliga á álopsspælið og verjan hekk illa saman. Okkara kláraðu ikki at halda ein móti einari og var tað serliga Leonora Demaj úr danska felagnum Ringkøbing, sum gjørdi um seg. Hon skjeyt 8 mál í fyrra hálvleiki. Í føroyska álopinum vóru ov nógvar villur og sótu innspølini til strikuna ikki.

Tað var eisini eitt slag av niðanbrekku í seinna hálvleiki, skrivar HSF:

- Sera nógvar villur vóru í álopinum, sum vóru straffaðar í hinum endanum, og Kosovo vann seg fram um við 4 málum. Føroyska liðið megnaði illa at minka um munin, hetta hóast stjørnan hjá Kosovo, Leonora Demaj fekk sína triðju útvísing og harvið reytt kort. Nógvar útvísingar fullu til bæði liðini og kom ongantíð rútma í dystin í seinna hálvleiki.

Trý mál er ikki so nógv í hondbólti, og um føroyska liðið fær loyst nakrar av omanfyrinevndu trupulleikum til dystin í annaðkvøld, so er møguleikin har fyri víðari luttøku. Tað snýr seg um at vinna samanlagt.

- Tað verður torført men ikki ógjørligt leygardagin, tá liðini møtast í seinna dystinum. Dysturin byrjar klokkan 18.30, føroyska tíð og verður vístur á KVF, skrivar Hondbóltssambandið at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder