Hondbóltur

Lítið riggaði í Kosovo

Føroysku kvinnurnar taptu fyrra dystin við trimum málum. Lítið riggaði hjá okkara, sum taptu 27-24.

Marianna Geirsdóttir Eystberg gjørdist toppskjútti við 10 málum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Marianna Geirsdóttir Eystberg gjørdist toppskjútti við 10 málum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-11-03 20:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein ørgrynna av tekniskum villum og brendum skotum. Tað gekk ikki væl hjá føroyska kvinnulandsliðnum í Kosovo í kvøld, tá fyrri HM-playoff dysturin varð leiktur.

Kosovo var á odda 13-14 í steðginum, men í seinna hálvleiki dróg heimaliðið frá, og vann dystin 27-24.

Var tað ikki fyri Rakul Wardum í málinum stóð heilt illa til. Føroyskur toppskjútti gjørdist Marianna Geirsdóttir Eystberg við tíggju málum. 

- Hetta er eitt vónbrot. Hetta er ikki tað, man hevði væntað, og eg haldi ikki tær spæla upp til tað tær kunnu, segði Birgir Hansen, viðmerkjari í Kringvarpinum, aftaná dystin í kvøld.

Seinni dysturin verður leygardagin klokkan 18:30, og verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum.

Føroyar kv. - Kosovo kv. 24-27 (13-14) 

Málskjúttar hjá Føroyum:
Marianna Geirsdóttir Eystberg 10 (6)
Súna Krossteig Hansen 7
Jana Mittún 5
Ingibjørg Olsen 1
Ninna Katrin Johansen 1

Málverja:
Annika Fríðheim Petersen 1 bjarging
Rakul Wardum 9 bjargingar

Dystargongdin:
5 min. 3-2
10 min. 5-5
15 min. 8-8
20 min. 9-11
25 min. 11-12
30 min. 13-14
35 min. 14-15
40 min. 15-19
45 min. 17-20
50 min. 20-24
55 min. 23-27
60 min. 24-27

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder