Fótbóltur

Jákup á Borg: - Beint nú er tað B68 og bara B68

Havi havt onkrar fyrispurningar um 2025 og eg eri smikraður av áhuganum. Men kann ikki siga meira nú, og hetta starvið krevur alla mína hugsavnan nú, staðfestir venjarin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-10-05 13:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Søgur ganga um, at meira enn eitt føroyskt felag hevur víst Jákupi á Borg áhuga, og hóast hann ikki vil og kann siga ov nógv enn, so váttar venjarin, at áhugi er.

- Onkrir fyrispurningar hava verið, men "havi lagt tað á ís nú".

Jákup á Borg staðfestir eisini, at eitt møguligt nýtt starv innan fótbóltin skal "geva meining" fyri hann.

Síðst í august kundi miðilin Frihedsbrevet staðfesta, at Jákup á Borg ikki heldur fram í B68 eftir hettta kappingarárið - hóast høvuðsvenjarin hevur eitt ár eftir av sínum sáttmála á Toftum.

- Eg skrivaði undir í trý ár, tí eg helt veruliga, at tað var nakað at byggja víðari á. Men eg tími ikki hetta órógvið rundan um B68, so tí havi eg boðað frá, at eg verið bara árið út, segði Jákup á Borg tá.

Sí eisini: Jákup fer skjótt at takka fyri seg á Toftum

[object Object]

Nú hugsavnar 44-ára gamli havnarmaðurin seg tó bara um at halda B68 uppi.

- Tað krevur alla mína hugsavnan og orku, og tað er bara B68 nú, segði hann við Portalin eftir 1-1 javnleikin móti Skála í gjárkvøldið, tá vit fregnaðust um hansara framtíð.

B68 - Skála 1-1 (1-1)
40' Nicolai Møller Dohn (Maxwell Effiom) 0-1
45 (+2)' Jóhan Josephsen (Ragnar Samuelsen) 1-1

Sí eisini: Venjararnir á Svangaskarði: - Var mest umráðani ikki at tapa

Støðan í botninum: 
7. EB/Streymur 22 stig *
8. Skála 19 stig (-27)
------------------
9. B68 18 stig (-25)
10. ÍF 7 stig 

* Ein dyst færri

Jákup var frá 2017 til og við 2020 høvuðsvenjari hjá barndómsfelagnum B36. Í 2021 helt hann fyri tað meta steðg, tó at Jákup fór til Eiðis at hjálpa Jákup Martini Joensen at halda EB/Streymi uppi í seinnu hálvu.

Nakað inn í 2022 tók Jákup á Borg við á Toftum, tá B68 lá til niðurflyting. Tað gekst tó ógvuliga væl í endaspurtinum, og B68 helt sær uppi.

Hetta eydnaðist eisini í fjør hóast stórar fíggjarligar trupulleikar og fáar sigrar. B68 rakk eisini steypafinaluni.

Í løtuni liggur B68 til niðurflyting, um tvey lið flyta niður. 9. pláss nú tvey umfør eru eftir, er ein sannroynd, men bert eitt stig er upp til Skála, Tað sær eisini í løtuni út sum, at liðið, ið endar á 9. plássi, skal spæla um upp- og niðurflyting móti nummar 4 í 1. deild.

Í so fall kann Jákup á Borg hava tríggjar dystir eftir í B68 heldur enn tveir - áðrenn hann møguliga fer víðari til aðra venjaraavbjóðing.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder