Fótbóltur

Jákup á Borg: Hava framt nakað stórt og søguligt

Í B36-leguni í Montenegro er stórfagnaður; vit hava fingið orðið á Jákup á Borg.

Jákup á Borg hevði bara rós at geva sínum leikarum, og hann e rnú ein søguligur B36-venjari
(Mynd: Savnsmynd)

Jákup á Borg hevði bara rós at geva sínum leikarum, og hann e rnú ein søguligur B36-venjari (Mynd: Savnsmynd)

2018-07-19 23:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B36 framdi bragdið í Podgorcia. Jákup á Borg og hansara menn vunnu 2-1 á OFK Titograd í kvøld, og eru víðari til 2. undanumfar í Evropa League.

Tað var ein á ein hátt rørdur høvuðsvenjari, ið framvegis var við at fata stórleikan í tí, sum hann og hansara hópur høvdu gjørt, sum vit høvdu í horninum úr Montenegro fyri løtu síðani. Hann tók  soleiðis samanum dystin:

- Vit fáa eina katastrofu byrjan, har vit lata mál inn beinanvegin. Men tað vísti seg at passað okkum væl á ein hátt. Tað var ikki verri enn so, at vit bert skuldu hava tað eina málið, og vit vistu, at vit fóru at skapa kjansirnar. Vit hildu okkara ætlan, og leikararnir eiga stórt rós fyri at halda høvdið kalt.

B36 skoraði uppá tveir deyðbóltar, har serliga tann fyrri var sera væl gjøgnumførdur:  

- Vit hava vant deyðbóltarnir væl, so hatta var ikki tilvildarligt. Vit tosaðu um, at fáa vinkul á innleggini, og tað gjørdu vit við fyrsta málinum. Vit vistu, at vit vóru eitt vet sterkari enn teir í luftduellunum. Og so hava teir kreativu leikararnir hjá okkum fríheit. Leikarar sum Lukasz og Alex har sleppa at skapa slíkt.

Jákup á Borg hevur avrikað nógv í fótbóltsheiminum sum leikari. Hann sigur, at hetta er ímillum hansara størstu løtur, og hann fegnast veruliga fyri B36:

- Hetta er avgjørt størsta upplivilsi sum venjari. Eg havi havt so nógvar stórar løtur í mínum fótbóltslívi. Hetta er øðrvísi, nú tá eg eri venjari, og tað eru nógvar kenslur sum koyra runt nú, so dugi ikki at siga um hetta er mín allarstørsta løta í fótbólti. Men eg eri barasta so glaður. Eg og B36 hava verið so tætt við ofta í Evropa seinastu árini. Nú hava vit  enntá spælt okkum víðari tvær ferðir og  skriva søgu. Eingin í B36 hevur gjørt hetta í 82 ára longu søgu felagsins. So eg eri so glaður fyri leikarar og øll í og rundanum B36. Og eisini vegna føroyskan fótbólt – hetta er stórt!
 
Nú bíðar ein væl størri uppgáva; turkiska Besiktas. Liðið úr Istanbul vann sín bólk í Champions League í fjør. Besiktas hevur leikara í hópinum, ið júst hevur spælt HM-finalu (kroatiski Vida) Har eru leikarar, ið hava vunnið EM fyri tveimum árum síðani, og  sum eru fyrrverandi Real Madrid og Barcelona-leikarar (Pepe og Quaresma). Hetta er eitt stórt felag í Evropa.
Hetta verður stórt fyri B36, og tað segði Jákup á Borg eisini til seinast úr høvuðsstaðnum í Montenegro:

- Ein stórur partur av motivatiónini nú var, at vit kundu koma víðari og møta Besiktas í næsta umfarið. Eg var har í februar til Fenerbache – Besiktas. Eg havi verið til fleiri Premier League dystir, men larmurin frá áskoðararunum og inntensiteturin kann ikki samalíknast. Leikarar hjá okkum hava spælt landsdystir ímóti stórum liðnum, men tað kann ikki samanlíknast. Hetta eru yvir 50.000 áskoaðar ið standa fult saman um sítt lið og rópa allan dystin – tað er garrvilt. Vit fara sjálvandi, at gera alt sum vit kunna, men tað mest umráðandi er upplivilsi, og at tað ikki blívur flovisligt.

B36 spælir heimadystin 26.juli (hósdagin um eina viku). Hann verður á Tórsvølli, tí á hesum staðnum í kappingini er bert Tórsvøllur í Føroyum góðkendur. Returdysturin verður í Istanbul hósdagin 2. august.

Sí eisini: Video: Her eru søguligu málini hjá B36

Les eisini: B36 gjørdi tað

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder