Vikuskiftið 29. og 30 mai varð FM í billard fyri einstaklingar spælt. Kappingin í ár varð hildin í Havnar Klubba, og bleiv hon nakað seinkað, eftir at Covid-19 hevði gjørt um seg.
Í bólkaspælinum til finaluumfarið høvdu 8 leikarir kvalifiserað seg, og fríggjadag bleiv kappast um at fáa pláss í báðum semifinalunum, sum skuldu spælast Leygardag. Bólkur 1 varð mannaður av Hallur Joensen, Kristian Suna Høgnesen, Dánial Paula Joensen og Urbanus Olsen. Bólkur 2 varð mannaður av Páll Hera Nolsøe, Jákup Baldvinsson, Jógvan Jørgensen og Niels Nielsen. Kappingin gjørdist sera spennandi, og sigast má at støðið var gott, hóast at steðgur hevði verið í longri tíð.
Tá avtornaði høvdu úrslitini lagað seg so, at Kristian Suni Høgnesen og Jákup Baldvinsson høvdu spælt seg til tað fyrru semifinaluna, meðan Urbanus Olsen og Páll Heri Nolsøe høvdu spælt seg til tað seinnu semifinaluna.
Fyrra semifinalan gjørdist ein sannur gysari,millum tvær kempur í føroyska billardspælinum, og tað sást týðiliga, at rutineraði klaksvíkingurin, Kristian Suni Høgnesen, var sera motiveraður frá byrjan. Hann legði hart út og longu eftir 3 umfør, hevði hann spælt eina seriu uppá 232. Jákup, so stinnur sum hann er, fekk eina heldur svikaliga byrjan, men gjørdi bart, og kom sterkt aftur. Og eftir 9 umførð megnaði Jákup at lukka dystin, soleiðis at úrslitið gjørdist: Kristian Suni Høgnensen 416 – Jákup Baldvinsson 500.
Seinna semifinalan bleiv ikki líka spennandi, og Páll Heri Nolsøe vann ein sera sannførandi sigur. Hann náddi at lukka dystin eftir 10 umfør, soleiðis at støðan gjørdist: Páll Heri Nolsøe 500 – Urbanus Olsen 186.
Finalan varð spæld leygardagin. Hetta er fjórðu ferð, at teir møtast í einari FM finalu, og sigast kann, at allar hava verið líka væl spældar. Hesaferð bleiv heldur onki undantak. Páll Heri Nolsøe kom best frá byrjan, og var frammanfyri fyrstu umførðini av dystinum. Eftir 4 umfør var støðan 322 – 164 til Páll Hera.
Tað tók eina løtu til Jákup Baldvinsson fekk gongd í spælið, men longu eftir 6 umfør hevði Jákup hálað seg inn aftur, og hevði lagt seg á odda. Tey seinnu umførini av dystinum góvu ikki so nógv eygu, og hetta hevði við sær, at dysturin bleiv sera tættur og spennandi. Men eftir 12 umfør megnaði Jákup at lukka dystin soleiðis at úrslitið gjørdist 500 – 478 til Jákup.
Jákup spældi FM finalu á fyrsta sinni í 2013 og hevur verið í finaluni hvørt ár síðan tá. Hann hevur vunnið seks av teimum. Hann er nú eitt FM heitið aftanfyri Kristian Suna Høgnesen og Henrik Petersen, sum hava vunnið flest FM heitir tilsamans. Dysturin um bronsuna vann Kristian Suna Høgnesen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald