Fótbóltur

Jákup L. Thomsen heldur fram í HB

Hann hevur verið darvaður av skaðum seinastu tvey árini, men skoraði seks mál fyri besta liðið hjá HB í ár.

(Mynd: HB)

(Mynd: HB)

2021-12-09 17:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

24-ára gamli havnarmaðurin, Jákup L. Thomsen, hevur skrivað undir tvey-ára sáttmála við barndómsfelagið.

Evnaríki áleyparin gjørdi á ungum árum um seg í ungdómsdeildini hjá HB og síðani í FC Midtjylland, eins og á U21-landsliðnum. Í sínum triðja A-landsdysti í tíðliga í 2019 fekk hann sítt fyrsta mál har, men hevur síðani ikki spælt nakran landsdyst.

Jákup Thomsen fekk stutt seinni álvarsaman knæskaða í dysti fyri FH í Íslandi. Hann kom aftur til HB í 2020, men talan gjørdist bert um nakrar 1. deildardystir seint í árinum.

Skaðar hava eisini plágað nakað í ár, men í seinnu hálvu hevur Jákup Thomsen spælt nógv og hevur skorað seks mál fyri besta liðið hjá HB, ið hann fer at umboða í 2022 og 2023 eisini.

[object Object]Jákup L. Thomsen her í A-landsliðsdysti dysti ímóti Malta (Mynd: Sverri Egholm)

Nú følir Jákup, at hann er við at vera har, sum hann var áðrenn skaðan. Tað sigur hann við heimasíðuna hjá HB.

– Eg føli at eg eri ordiliga komin fyri meg fysiskt. Ferðin er komin aftur, og vendingarnar sita sum tær skulu. Kroppurin hevur tað gott, sigur Jákup L. Thomsen.

– Mentalt eri eg eisini blivin sterkari, og eri blivin nógv betri at takkla mótgang. Tá meira tíð er brúkt uppá at hyggja enn at spæla, føli eg eisini at eg eri blivin ein klókari fótbóltsspælari. Tíðin burtur frá vøllinum hevur givið mær eitt nógv betri yvirblikk, og eg síggi spælið enn meira sum ein heild. Hetta er nakað sum eg eisini føli eg kann hjálpa mínum liðfeløgum við, sigur hann.

– Málið í HB er altíð at vinna. Og eg hati at tapa. Soleiðis er tað bara. Málsetningurin eitur ongantíð top-3 ella Europa. Vit fara altíð eftir at vinna, og tað er líkamikið hvat hini feløgini siga og gera. So fáa vit at síggja, hvussu langt tað ber, sigur Jákup at enda við heimasíðuna hjá HB.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder