Fyri fyrstu ferð varð skipað fyri kapping í hálvum ironman um vikuskiftið. Tað var Føroya Triathlonfelag, sum skipaði fyri kapping á jóansøku í Vági.
Umframt sjálvan hálva jarnmannin vórðu fleiri aðrar kappingar í styttri triathlon-teinum.
Fimm íðkarar vóru við til kappingina í hálvum ironman fríggjakvøldið. Fyrst varð svomið 1.900 metrar í Pálshøll, síðani súkklað 90 kilometrar – Vágur, Tvøroyri, Lopra, Tvøroyri, Vágur – og til seinast varð eitt hálvmarathon runnið. Fyri at náa 21,1 kilometrar varð ein teinur í Vági funnin fimm ferðir.
Vinnari gjørdist Jákup Petur Eliassen, sum kláraði avbjóðingina upp á 5 tímar, 10 minuttir og 17 sekund. Nummar tvey var Andrass Joensen (5:24:54) og nr. 3 Áslakur Nesá (5:44:30). Nummar 4 gjørdist Gunnar Dahl Olsen og nr. 5 Bogi H. Højgaard.
Samstundis var eisini kappast í fjórðings ironman. Hesa kappingina vann Magni Jóhanson Hansen við tíðini 2: 28:30. Nummar 2 var Jens Mortan Rasmussen (3:07:04) og nummar 3 Torleif Thorleifsson (3:13:04).
Hjá kvinnunum vann Astrid Joensen (3:14:52) og nr 2 gjørdist Anida Johannesen (3:27:30).
Eisini varð skipað fyri fleiri styttri kappingum í vón at fáa nýggj fólk at vísa áhuga fyri ítróttini. Leygardagin varð kappast í sprint og mini.
Triathlonfelagið sigur, at tað eydnaðist rímuliga væl at fáa nýggj við, tí umleið helvtin hevði aldrin kappast í triathlon fyrr.
Í sprint, sum er 750 metra svimjing, 20 kilometra súkkling og 5 kilometra renning, vann Magni Jóhansson Hansen við 1:10:00, Andrass Joensen nr 2 við 1:12:42, og nr 3 Torleif Torleifsson við 1:29:03. Jóhanna Egholm vann hjá kvinnunum við 1:31:17.
Í mini, sum er 400 metra svimjing, 10km súkkling og 3 km renning, vann Fischer Eliassen við 49:52, Jógvan Torkilsson nr 2 við 53:05 og Bárður Ólavsson nr 3 við 55:11.
Hjá kvinnunum vann Jóhanna Ólavsdóttir við 49:52 og nr 2 gjørdist Birita Vesturtún við 58:35.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald