Fyrsta umfar í kappingini í tvímansleiki í dart varð spælt í Klaksvík leygardagin. 17 pør høvdu meldað til kappingina. Serliga tvey pør vóru mett at hava góðar møguleikar at vinna, Remy Gaardlykke & Petur Thomsen úr D16 og Jan Erik Fjallstein & Bergur Kluftá úr Vága Dartfelag. Júst hesi bæði pørini hittust eisini í hálvfinaluni í FM í vár.
Skjótt sást, at hesi bæði pørini spældu væl og tey vunnu eisini allar sínar dystir í bólkaspælinum. Eisini vunnu Martin Heldarskarð & Uni Heðinsson (KDF) allar sínar dystir í bólkaspælinum, meðan Jóhan Ellingsgaard & Mortan Thomsen (Pílar og Skot) kanska heldur óvæntað vunnu fjórða bólkin.
Tey trý fyrst nevndu pørini vunnu seg eisini fram til hálvfinalurnar uttan stórvegis mótstøðu. Jóhan & Mortan fingu eisini strítt seg fram til hálvfinalurnar í heldur tættari dystum.
Hálvfinalurnar gjørdust heldur ikki so spennandi. Remy & Petur vunnu 5-0 móti Jóhan & Mortani, sum hóast alt mundu vera væl nøgdir við dagin. Martin & Uni kláraðu heldur ikki veruliga at hótta Jan Erik & Bergur, sum vunnu 5-2.
Finalan gjørdist tí ein endurtøka av hálvfinaluni í FM. Ta ferðina vunnu Jan Erik & Bergur 5-4 og aftur hesaferð gjørdist talan um tættan dyst. Pørini fylgdust allan vegin, og ongantíð var meir enn eitt sett á muni. Hartil spældu allir fýra leikararnir sera væl í flestu settunum og í helvtini av settunum vóru bæði pørini komin niður móti 100 eftir 12 pílar.
Í síðsta avgerandi settinum raktu menn framvegis væl og bert eitt av køstunum var undir 85. Jan Erik & Bergur høvdu fyrimun av at byrja settið, og teir lukkaðu eisini, so teir endaðu við at vinna finaluna 6-5.
Liðkappingin
Fyrsta umfarð í liðkappingini varð eisini spælt í Klaksvík leygardagin. Úrslitini vóru hesi:
Vága Dartfelag-D9 8-8
Havnar Dartfelag 1-Klaksvíkar Dartfelag 9-7
Argja Dartfelag-Havnar Dartfelag 2 9-0
Pílar & Skot-Vága Dartfelag 3-9
Argja Dartfelag-Havnar Dartfelag 1 5-9
D9-D16 9-7
Klaksvíkar Dartfelag-Havnar Dartfelag 2 9-0
Havnar Dartfelag 1 liggur á odda eftir fyrsta umfar við fýra stigum framman fyri Vága Dartfelag og D9, sum hava trý stig og Klaksvíkar Dartfelag og Argja Dartfelag við tveimum stigum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald