ÍF hevur í 2023 eitt lið, har fleiri spælarar ikki eru so vanir at spæla í Betrideildini. Tá hevur tað nógv at siga, at hava nakrar royndar spælarar í hópinum, og í kvøld kann ÍF kunngerða, at ein av teimum lokalu við einari rúgvu av dystum á hægsta støði hevur skrivað undir:
- Tað er við stórari gleði vit kunngerða, at Jan Ólavsson Ellingsgaard, hevur valt at taka enn eitt ár í fremstu røð. Vit hava fleiri ungar leikarar á veg, og er tað tí sera umráðandi, at teir hava onkran, at stuðla seg uppat. Har er Jan ein av okkara allar royndastu leikarum. Hann er á faroesoccer skrásettur at hava leikt heili 396 dystir síðani 2006.
Jan Ellingsgaard hevur vant partvíst við í vetur og verið við til nakrar venjingardystir, men ein ávís óvissa hevur verið um, hvørs 32-ára gamli fór at spæla á hægsta støði ella ikki. Nú er tann ivin skúgvaður til viks.
Jan Ellingsgaard saman við Georges Rouah, eftir at nýggi sáttmálin millum partarnar er undirskrivaður (Mynd: ÍF)
Jan hevur fyriuttan eitt kappingarár bert umboðað barndómsfelagið ÍF í Føroyum. Tað var í 2017, tá verjuspælarin royndi seg í NSÍ og gjørdist steypavinnari har. Annars hevur fuglfirðingurin verið á besta liðnum hjá ÍF í 15 ár, og hevur samanlagt spælt 283 dystir í Betrideildini, umframt 29 í steypakappingini og sjey í Europa League.
Jan Ellingsgaard er upprunaliga vinstri vongur og vinstri bakkur, men hevur síðsti árini spælt mest í miðverjuni, umframt at hann eisini hevur roynt seg sum áleypara. Talan er um tekniskt sterkan spælara, sum eisini er góður í luftspælinum og er vandamikil í samband við millum annað deyðbóltsstøður. Royndi fuglfirðingurin er samanlagt skrásettur fyri 68 mál.
Vit síggja við spenningi fram ímóti kappingarbyrjan, og ynskja Jan hjartaliga tilukku við sáttmálanum, og bestu eydnu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald