Hondbóltur

Jana tapti stórt

Í gjár leiktu Viborg ímóti Odense håndbold, sum í løtuni liggja ovast í donsku kappingini. Dysturin endaði 40–28 til Odense. Hinar føroysku í bestu donsku kvinnudeildini vóru eisini fyri ósigri.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-09-28 13:34 Author image
Lív Rúnadóttir
placeholder

Jana Mittún og Viborg spældu í gjár ímóti Odense håndbold. Dysturin endaði 40-28, og hetta var sostatt ein sannførandi sigur til Odense.

Í løtuni er Odense sterkasta liðið í donsku kappingini, og tískil var hetta ein heldur stór avbjóðing hjá Viborg at svølgja.

Viborg komu fínt frá byrjan, men Odense trakk skjótt frá, og hálvleiksstøðan var longu ein seksmálsleiðsla til Odense. Viborg náddu ikki at rætta uppá úrslitið eftir hálvleiks, og sum dysturin fráleið, trakk Odense enn meira frá. Dysturin endaði tískil við einum 12 málssigri til Odense.

Jana skoraði 1 mál í dystinum. 

Hinir føroyingarnir í bestu donsku kvinnurdeildini taptu eisini í gjárkvøldið. Brynhild Pálsdóttir og Súna Krosssteig Hansen vóru eisini fyri stórtapi - ímóti Sønderjyske. Rakul Wardum og Ringkøbing taptu sum væntað móti Nykøbing. Best stóðu Pernille Brandenburg og København K seg: Pernille skoraði trý mál í trý-máls tapi.

Allar hesar omanfyrinevndu eru úttiknar til fyrstu EM-undankappingardystirnar hjá A-landsliðnum, sum verða í oktober.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder