Annað

Janus Open II í Kolshøll í januar

Kappingin, sum er ein minningarkapping fyri Janus í Løðuni, verður hildin við átta umførum yvir tríggjar dagar, har øll kunnu luttaka, óansæð royndir og styrki.

2025-09-06 14:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í døgunum 9. til 11. januar 2026 bjóðar Talvfelagið Rókur øllum telvarum til kappingina Janus Open II í Kolshøll á Eiði.

– Kappingin er ein minningarkapping fyri Janus í Løðuni, sum í mong ár var ein eldhugaður og virkin partur av felagnum. Janus var ikki bara ein dugnaligur telvari, men eisini ein maður við góðum lyndi og stórari umsorgan fyri øðrum. Hann andaðist alt ov tíðliga, 6. juli 2024, einans 46 ára gamal. Við hesi kapping vilja vit minnast hann við virðing, gleði og felagsskapi, skrivar Talvfelagið Rókur.

– Fyrsta Janus Open varð hildin í januar 2025 og gjørdist ein sonn talvhátíð. Kappingin fekk góða undirtøku og savnaði telvarar úr øllum landinum – og eisini úr útlondum. Tað var ein kapping merkt av góðum ítróttaanda og einum góðum felagsskapi, sum Janus hevði elskað at verið partur av.

Kappingin verður hildin við átta umførum yvir tríggjar dagar, har øll kunnu luttaka, óansæð royndir og styrki. Øll telva í sama bólki, men heiðurslønir verða latnar til tey fremstu í hvørjum flokki – bæði í opnum bólki og í styrki- og aldursflokkum.

– Fyri at tryggja bestu karmar, kunnu vit velja at steingja tilmeldingina, tá ið 100 telvarar hava meldað seg. Tí mæla vit til at melda seg til í góðari tíð, skrivar talvfelagið.

– Hetta tiltakið er meira enn ein talvkapping; tað er ein møguleiki at deila løtur saman, minnast ein kæran vin og styrkja okkara talvfelagsskap.

Matur verður at fáa á staðnum, og øll sleppa at njóta eina ókeypis máltíð millum umførini. Fleiri upplýsingar um kappingina eru at finna á www.janusopen.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder