Annað

Japan: Fleiri landslutir afturat í undantaksstøðu

Kortini er eingin ætlan um at avlýsa OL í Tokyo – 350.000 japanarar hava skrivað undir uppá, at teir ynskja, at OL verður avlýst.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-05-14 08:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Japanska stjórnin hevur lýst undantaksstøðu í trimum landslutum afturat fyri at fáa tamarhald á vaksandi smittutalinum í landinum.

Frá sunnudegnum verða Hokkaido, Okayama og Hiroshima sostatt lagdir afturat teimum økjunum, sum eru í undantaksstøðu til 31. mai. Áður er undantaksstøða lýst í Tokyo og fimm øðrum økjum.

Undantaksstøðan hevur við sær, at matstovur og barrir ikki sleppa at hava opið. Eisini skulu stór ítróttatiltøk fyriskipast uttan áskoðarar, meðan heitt verður á fólk um at halda seg heima og ikki ferðast óneyðugt.

Japan stríðist í løtuni við fjórðu koronubylgju, og enn mangla nógv av teimum eldru borgarunum og teimum í vandabólki at blíva koppsett. Kortini heldur bæði japanska stjórnin og Altjóða Olympiska Nevndin (IOC) fast í avgerðini um at skipa fyri OL í Tokyo um tíggju vikur.

Útlendskir áskoðarar sleppa tó ikki at hyggja eftir OL, og enn er ikki greitt, um japanskir áskoðarar verða loyvdir, og kann tað sostatt enda við, at eingir áskoðarar sleppa til OL.

Japanskar meiningakanningar hava eisini víst ferð eftir ferð, at ein meiriluti av borgarunum eru ímóti at hava OL í summar sum ætlað. Sambært Ritzau hava fólk eisini savnað inn undirskriftir fyri at heita á fyriskiparar um at avlýsa OL. Higartil eru 350.000 undirskriftir savnaðar.

528 býir í Japan hava skrásett seg sum vertsbýir at hýsa útlendskum ítróttarfólkum, men uml. 40 av teimum hava nú avgjørt ikki at hýsa teimum kortini.

Altjóða Olympiska nevndin sigur seg stuðla japansku handfaringina av koronusmittuni, og er nevndin sannførd um, at OL í Tokyo verður søguligt. Eftir ætlan verður OL í døgunum 23. juli til 8. august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder