Annað

Japansk umrøða av føroyskum borðtennis

Peter Hentze Niclasen greiðir japanum frá um viðurskiftunum hjá føroysku bortennisítróttini.

2019-11-14 09:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Mált eftir íðkarum telist borðtennis ímillum tríggjar teir størstu ítróttirnar í heiminum, og hóast ítróttin er greitt størst í Asia, so er borðtennis eisini væl umtókt her um leiðir, og tað er ikki ov nógv sagt, at borðtennis røkkur út í nærum hvønn krók í heiminum.

Tað var tað eitt gott dømi um herfyri, tá ið japanska tíðarritið við einfalda altjóða heitinum World Table Tennis var komið allan vegin til Føroya at gera eina grein um føroyskt borðtennis.

Tað var blaðmaðurin Kosuke Inagaki, sum var her, og hann vendi sær sjálvandi til the grand old mann innan føroyskt borðtennis, Peter Hentze Niclasen, fyri at fáa greitt frá um føroyskt borðtennis.

Borðtennissamband Føroya umrøður greinina á heimasíðu síni, og borðtennissambandið hevur verið í sambandi við fyrrverandi borðtennisleikaran Vagn Thomsen, sum býr í Japan.

Sambært Vagni er talan um eina væl skrivaða grein, sum undir yvirskiftini "Vitjið Føroyar!" snýr seg um borðtennisleiðina hjá Peteri, støðuna hjá føroyskum borðtennis og um Føroyar sum heild.

Á Føroyaferðini skrivaði Kosuke Inagaki eisini eina aðra grein um Føroyar fyri stóra tíðarritið Asahi Shinbun.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder