Annað

Japanskur professari: Ivasamt við OL í 2021

– Eg haldi ikki, at allur heimurin megnar at fáa tamarhald á støðuni til næsta summar, og tí eri eg rættiliga svartskygdur, sigur hann.

Olympisku leikirnir í 2020 verðu av ongum (Mynd: EPA)

Olympisku leikirnir í 2020 verðu av ongum (Mynd: EPA)

2020-04-20 12:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Olympisku leikirnir í Tokyo eru nú fluttir til 2021, men Kentaro Iwata, japanskur professari í ígerðarsjúkum, heldur ikki, at allur heimurin hevur fingið tamarhald á koronavirusinum næsta summar.

– Japan kann møguliga fáa tamarhald á virusinum til næsta summar, tað vóni eg, men eg haldi ikki, at allur heimurin megnar tað, og tí eri eg rættiliga svartskygdur viðvíkjandi OL í 2021, sigur hann sambært Ritzau.

Sunnudagin segði Devi Lalita Sridhar, professari á universitetinum í Edinburgh, eisini við BBC, at hon metur tað vera ósannlíkt, at OL verður hildið, um eitt koppingarevni móti korona ikki er ment til ta tíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder