Hetta vikuskifti hevur Tórshavnar Golffelag skipað fyri felagsmeistarakapping á golfbreytini á Glyvursnesi.
Og enn einaferð prógvaði 20 ára gamli Jens Guttesen at hann er nógv besti golfspælari í Føroyum í løtuni.
Jens Guttesen vann kappingina í stórum stíli. Hann brúkti 171 sløg upp á at ganga 36 hol.
Nummar tvey í kappingini gjørdist Óskar Eiríksson við 180 og nummar trý gjørdist Janus Norðberg við 184 sløgum.
Janus Norðberg og Óli Edvard Olsen høvdu báðir 184 sløg, og teir máttu í umspæl fyri at avgera triðja og fjórða plássi. Janus Norðberg vann umspælið eftir trý hol.
Hesi hava spælt seg til oyggjaleikir
Kappingin á Glyvursnesi í dag var eisini úttøkukapping til liðið, sum skal umboða Føroyar á oyggjaleikunum á Guernsey komandi summar. Tvey pláss skuldu finnast í dag afturat teimum báðum, ið vóru úttiknir frammanundan.
Teir undanúttiknu eru teir báðir 20 ára gomlu Jens Guttesen og Emil Jakobsen, sum býr uttanlands, og hevur stórar ætlanir við sínum golfspæli.
Í dag var tað so avgjørt, at Óskar Eiríksson og Janus Norðberg vera hinir báðir spælararnir, sum koma við til oyggjaleikir.
Enn einaferð verða Føroyar bert umboðaðar av eini kvinnu í golfkappingini, og enn einaferð er tað Finngerð Sólbjørg Clark, sum trúføst hevur luttikið í golfkappingum á oyggjaleikum síðan 2009.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald