Fótbóltur

Jensa Tórolvsdóttir kosin best í mai

Eftir sera spennandi atkvøðugreiðslu varð Jensa Tórolvsdóttir úr Víkingi kosin at vera besti spælari í Betri Deildini hjá kvinnum í mai mánaða.

(Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)

(Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)

2022-06-06 20:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

FSF: Heiðurin sum besti spælari hjá kvinnum og monnum verður hvønn mánað latin í samstarvi millum FSF, Effo og Betri. Tað eru venjarar og miðlafólk, sum fylgja bestu kvinnudeildini, sum hvønn mánað greiða atkvøðu um besta leikara, og uppteljingin gjørdist sera spennandi hesaferð.

Tá avtornaði, hevði Jensa Tórolvsdóttir úr Víkingi fingið tvær atkvøður fleiri enn Livyan Borges úr B36 og Heidi Sevdal úr NSÍ. Heiðurin sum spælarin hendan mánaðan varð tí latin Jensu Tórolvsdóttir undan dystinum móti NSÍ í Sarpugerði fyrr í dag.

Maria Ziskason Nesá, samskipari fyri kvinnur í fótbólti hjá FSF stóð fyri handanini av einum gávubrævi á 1.500kr frá EFFO og eini glasstandmynd, sum Betri hevur latið.

Dysturin millum Víking og NSÍ var fjórðingsfinala í steypakappingini, og runavíkingar vunnu 3-1. NSÍ er sostatt eitt av fýra liðum í hálvfinaluni í steypakappingini 2022.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder