
Føroyski taekwondo kemparin, Jerrold Balagasay frá felagnum Hwarang Føroyar, gjørdist um vikuskiftið norðurlenskur juniormeistari í sínum flokki, -45 kg Junior, til Nordic Taekwondo Championship 2025 í Oslo.
Jerrold kláraði seg sera væl í sínum dystum, og vann bæði á Noregi, Svøríki og Danmark.
Fýra føroyskir íðkarar vóru við til kappingina, og teir komu heimaftur við trimum heiðursmerkjum, gull, silvur og bronsu.
Stefan J. Mifsud vann seg í finaluna í -45 kg Kadet, men mátti lúta fyri lettiska meistaranum, ið hevði fingið loyvi at luttaka í kappingini. Stefan vann sostatt silvurheiðursmerki.
Jónar K. Poulsen luttók, hóast sín unga aldur, í -41 kg Kadet. Mótstøðan var hørð, og hevði nógvar royndir, men Jónar kempaði væl, og vann bronsuheiðursmerki.
Artur Helgason Højgaard luttók í - 63 kg Junior. Artur møtti einum royndum kempara í fyrsta umfari, og kom ikki víðari.
Allir fýra íðkararnir frá Hwarang Føroyar mugu av landinum fyri at sleppa at kempa, og tískil var hesin túrur sera læruríkur og gevur trúgv uppá fleiri heiðursmerkir í framtíðini, skrivar Hwarang Føroyar í tíðindaskrivi.
Føroysku heiðursmerkini:
Jerrold Balagasay vann gull í -45 kg Junior
Stefan J. Mifsud vann silvur í - 45 kg Kadet
Jónar Kristiansson Poulsen vann bronsu í - 41 kg Kadet
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald