Fótbóltur

Jóannes og Jóan Símun avloysa Gilla og Klæmint

Høgri bakkurin úr KÍ fær sín fyrsta A-landsdyst í kvøld, nú Gilli Rólantsson hevur leikbann. Jóan Símun Edmundsson er við aftur frá byrjan..

Jóannes Kalsø Danielsen til venjing í seinastu viku - nú fær hann møguleikan (Mynd: Sverri Egholm)

Jóannes Kalsø Danielsen til venjing í seinastu viku - nú fær hann møguleikan (Mynd: Sverri Egholm)

2019-10-15 14:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld klokkan 19:45 spælir føroyska A-landsliðið við monnum áttanda dystin í hesari EM-undankappingini. Hann er á heimavølli móti Malta, sum í fyrsta dystinum í undankappingini vann 2-1 á Føroyum á Ta' Qali leikvøllinum. Hetta eru einastu stigini og einastu málini hjá Malta higartil í kappingini. Føroyar hava einki stig og hava ikki skorað í fýra teimum seinastu dystunum. Hugburðurin í Føroyum - bæði í hópinum og á fólki annars - tykist at vera: Nú skal tað verða

Les eisini: Fýra sigrar móti Malta

Leygardag taptu Føroyar 3-0 fyri Rumenia. Í mun til tann dystin hevur landsliðsvenjarin gjørt tvær broytingar í byrjunaruppstillingini til dystin í kvøld. Fasti høgri bakkurin/vongbakkurin Gilli Rólantsson er ikki tøkur vegna leikbann, og hansara avloysari er 22-ára gamli Jóannes Kalsø Danielsen, sum hevur havt enn eitt sera gott kappingarár í KÍ. Hetta verður fyrsti A-landsdystir hjá klaksvíkingunum, ið bert hevur leikt fimm ungdómsleandsdystir fryi Føroyar.

 

[object Object]
Jóan Símun er við aftur frá byrjan(Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Seinast Malta vitjaði, var eisini seinastu ferð at Jóan Símun Edmundsson spældi móti liðnum.

Tað gjørdst rímiliga skjótt greitt í seinastu viku, at Jóan Símun Edmundsson fór at verða spardur til dystin í kvøld. Toftamaðurin í Arminia Bielefeld varð skiftur inn til seiansta korterið ímóti Rumenia. Hann hevur seinasta ári havt nakað av trupulleikum við knænum, og tættir dystir og umskifti frá grasi til graslíki ávirkar eisini nakað. Jóan Símun hevur ikki verið við seinastu tveir dystirnar móti Malta, har Føroyar ikki hava vunnið, orskað av omanfyrinevnda skaðanum. 28-ára gamli Jóan Sìmun avloysir Klæmint Andrasson Olsen sum fremsti maður.

Føroyska liðið byrjar harvið soleiðis (3-4-3/5-4-1): Gunnar Nielsen - Heini Vatnsdal, Atli Gregersen (L) og Rógvi Baldvinsson - Jóannes Kalsø Danielsen, Brandur Hendriksson Olsen, Hallur Hansson, Viljormur Davidsen - Sølvi Vatnhamar, Jóannes Bjartalíð - Jóan Símun Edmundsson.

Á bonkinum verða Teitur Matras Gestsson, Kristian Joensen, Magnus Egilsson, Árni Frederiksberg, Adrian Justinussen, Andrias Eriksen, Eli Falkvard Nielsen, Ári Mohr Jónsson, Kaj Leo í Bartalsstovu, Patrik Johannesen og Klæmint Andrasson Olsen.

Talan er um ein serligan dyst á tann hátt, at tað verður seiansti heimadystur hjá landsliðsvenjarin seinastu smáu átta árini og liðformanninum seinastu trý orðini. Lars Olsen og Atli Gregersen takka í kvøld fyri seg á Tórsvølli.

Sí eisini: 
Atli: - Hetta verður mín seinasti heimadystur
       -Vónandi fái eg ein sigur so eg kann fara lippandi av vøllinum

Lars: Javnar metið hjá Allan Simonsen fyri flestar skrásettar dystir - kann taka metið fyri flest sigrar
- Tað krevur tol at vera føroyskur landsliðsvenjara (Longri samrøða)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder