2021-06-26 18:36
Eftir ætlan skuldi stevnudystur millum TB og EB/Streym í Betri Deildini hjá monnum verða við Stórá í Trongisvági leygardagin klokkan 18:30, har Jóansøka er um vikuskiftið.
Men seint seinnapartin leygardagin komu boð frá Strandfaraskipum Landssins, har sagt varð frá, at ferðaætlanin hjá Smyrli var broytt.
Túrurin av Tvøroyri klokkan 21:30 bleiv framskundaður til klokkan 18:30, og av tí at talan er um seinasta dyst áðrenn summarsteðgin, og at fleiri av spælarunum hjá EB/Streymi skulu av landinum tíðliga sunnumorgunin, bleiv avgjørt at útseta dystin.
Kappingarnevndin fer skjótast tilber at áseta nýggjan leikdag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald