Hondbóltur

Jóhan á Plógv Hansen er evropameistari eftir stórt avrik

Høgri vongurin hevur vunnið fýra HM-gull á rað. Í kvøld skoraði hann sjey ferðir - eins og í hálvfinaluni næstbesti málskjútti og tryggur brotskastskjútti - og átti ógvuliga týðandi leiklut í finalusigrinum.

Jóhan vísti bæði tekniskar dygdir og kaldleika, tá á stóð á størsta pallinum - um tað var av vonginum ella úr sjey metrum (Mynd: EPA)

Jóhan vísti bæði tekniskar dygdir og kaldleika, tá á stóð á størsta pallinum - um tað var av vonginum ella úr sjey metrum (Mynd: EPA)

2026-02-01 20:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HM gull fýra ferðir á rað - í 2019, 2021, 2023 og 2025 - og nú eisini evropameistari í manshondbólti.

Jóhan á Plógv Hansen hevur verið við at vunnið nógv stór heiti. Dugnaligi vongurin er uppvaksin í Havn og í hondbóltshøpi í Kyndli. Sum 16-ára gamal flutti hann til Danmarkar. Orsøkin var, at hann skuldi ganga á hondbóltsakademinum í Skanderborg. Nú - eftir seks ár í Týsklandi - spælir hann aftur í Skanderborg AGF, ið kappast í oddinum í fremstu donsku deildini.

Jóhan hevur búð nærum helmingin av sínum lívi uttanfyri Føroyar. Hann fór at umboða Danmark í landsliðshøpi í samband við, at tað ikki var støðugt landsliðsvirksemi í Føroyum fyrra partin av 2010'unum, tá høgri vongurin brakaði ígjøgnum - og eftir eldhugaða innbjóðing frá Ulrik Wilbek.

Dygdirnar hava allatíðina verið týðiligar, og nú, sjey ár eftir fyrsta endaspælsgullið, hevur Jóhan á Plógv Hansen aftur gullheiðursmerki um hálsin eftir eina finalu í Herning. 

[object Object]
Jóhan á Plógv Hansen í sinum fyrsta HM-endaspælið. Tað endaði við tí fyrsta av higartil fimm gullheiðursmerkjum - Jóhan eigur millum annað eisini eitt OL-silvurheiðursmerki 

[object Object]Jóhan saman við Anders Zachariassen á Råhudspladsen dagin eftir HM-gulli í 2019. Í morgin vitjar royndi vongurin aftur har í sambandi við gullfagnað (Mynd: EPA)

Stóran leiklut: Sjey mál og lýtaleystur úr sjey metrum

Í 2019 var føroyski vongurin framvegis lutafalsliga nýggur á danska landsliðnum. Hann var ikki á dómaraseðlanum til HM-finaluna móti Noreg, og seinastu árini hevur Jóhan á Plógv Hansen heldur ikki altíð havt stóran leiklut, tá ástendur.

Hetta er partvíst tí at ógvuliga dugnaligir og royndir vengur, Lasse Svan Hansen og Hans Lindberg, hava staðið frammanfyri í løtum, og seinni tí Niklas Kirkeløkke hevur spælt nógv á høgra vongi hjá Danmark. Kirkeløkke hevur stóran leiklut í verjuni, har hann dekkar bakkur, og tí hava nátúrligur høgri vengur í løtum ikki sloppið serliga nógv framat.

Hetta endspælið hevur tó verið heldur øðrvísi. Kirkeløkke hevur framvegis spælt á vonginum í álopinum, tá langt hevur verið til útskifting - so Mathias Gidsel kann dekka á vonginum heldur enn á bakkinum - men Jóhan á Plógv Hansen hevur spælt annan hálvleikinum í so at siga hvørjum dysti, umframt í yvirtali.

Sí eisini: Jóhan á Plógv Hansen: - Tað er deiligt at hava størri leiklut og størri ábyrgd

Jóhan spældi 1. hálvleik í álopinum í finaluni dag. Fyrsta skotið misnýtti hann móti Andreas Wolff, men síðani fekk 31-ára gamli vongurin av álvara yvirtakið í tvídystunum við stórspælandi týska málverjan:

7 skot og 7 mál

Serliga eitt av teimum fyrstu málunum var snilt, har Jóhan á Plógv Hansen bæði lobbaði og skrúðaði bóltin uppum Wolff: 
Jóhan snýtur týska úlvin (video)

[object Object]
Jóhan á Plógv Hansen vísti snildni og hegni, tá hann fekk møguleikan í kvøld (Mynd: EPA)

Hetta kappingarárið hevur Jóhan á Plógv Hansen skotið nógv brotskøst fyri Skanderborg AGF. Tað hevur gingist væl, og Danmark hevur notið gott av hansara kaldleika úr sjey metrum hetta endaspælið - serliga í finaluvikuskiftinum.

Jóhan á Plógv Hansen skoraði seks mál í hálvfinaluni fríggjakvøldið. Fýra teirra vóru uppá brotskøst, har hann var tryggur í týðandi løtum. Eins og móti Íslandi, tók Jóhan í kvøld yvir, eftir at Emil Jakobsen brendi eitt brotskast, og skoraði fýra ferðir úr sjey metrum.

[object Object]
Jóhan eftir eitt av sínum seks málum í Jyske Bank Boxen fríggjadagin tá hann var við at senda Danmark í EM-finaluna (Mynd: EPA)

Hesi málini komu týðandi tíðarskeið fyri danir - millum annað tey bæði einastu málini innan sjey minuttir miðskeiðis í 2. hálvleiki, tá Andreas Wolff annars nærum stongdi týska málið.

Samanlagt sjey finalumál og harvið varð Jóhan á Plógv Hansen næstbesti toppskjútti hjá Danmark í báðum dystunum hetta hálvfinaluvikuskifti. Samanlagt 13 mál uppá 16 skot og rakk hetta til gull.

Havnarmaðurin, við sterkum røtrum til Sandavágs og Sørvágs, vísti bæði tekniskar dygdir og kaldleika, tá á stóð á størsta pallinum. Og nú kann nummar 26 fegnast um enn eitt endaspælsgull. Hetta var tó ógvuliga serstakt.

Les meira um dystin her: Danmark hevur øll tey stóru heitini í løtuni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder