Hondbóltur

Ikki nøktandi fyri mítt viðkomandi

Føroyingurin á danska landsliðnum var ikki nøgdur við sítt avrik í kvøld.

Jóhan á Plógv Hansen skoraði fýra mál fyri danska landsliðið í kvøld (Mynd: EPA)

Jóhan á Plógv Hansen skoraði fýra mál fyri danska landsliðið í kvøld (Mynd: EPA)

2019-01-14 21:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Eg eri ikki so nøgdur við mítt avrik í dystinum í kvøld, sum eg var leygardagin.

Tað segði Jóhan á Plógv Hansen við Danmarks Radio beint eftir dystin móti Saudi Arabia. Danmark vann heili 34-22, og Jóhan skoraði fýra mál upp á sjey skotroyndir. Ikki so galið fyri nýggja mannin á landsliðnum, men hann krevur meira av sær sjálvum.

- Fyri mítt viðkomandi var tað ikki so gott í dag. Tað er ringt at seta orð á. Eg brenni nøkur skot, sum eg vanliga ikki brenni. Eg veit ikki hvat tað er, men í øllum førum er tað ikki nøktandi, sigur 24 ára gamli føroyingurin.

- Vónandi er tað ein betri dystur í annaðkvøld, har eg vónandi kann gera tað betri, segði Jóhan á Plógv Hansen við DR.

Eftir samrøðuna varð Jóhan umrøddur í studionum. Viðmerkjarin Jesper Jensen, ið vann EM í 2008 sum spælskipari fyri Danmark, helt at Jóhan var harður við seg sjálvan. Hann metti, at føroyingurin gjørdi tað gott, tá hann kom inn, og at brendu møguleikarnir kunnu skyldast, at málverjin var ókendur og hevði ein serstakan stíl.

Danmark spælir móti Eysturríki í morgin, og tann dysturin byrjar klokkan 19:45.

Les eisini: Jóhan skeyt fýra mál í tryggum donskum sigri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder