
Eftir eina ógvuliga góða landsliðsviku í síðstu viku við trimum av fýra møguligum stigum móti Niðurlondum, var talan um keðiliga byrjan aftur í Bundesliguni hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu.
Ikki tí; persónliga avrikið í "Nord-Derby" var fínt. Elias skoraði fimm mál uppá sjey skot og er skrásettur fyri tvey upplegg. Nummar 71 tók nógvar tvídystir móti Flensburg-verjuni og vann nøkur brotskøst/skaffaði útvísingar.
Mynd: Sverri Egholm
Tað var tó ein tungur dystur hjá Kiel, sum rann aftaná arvafíggindanum so at siga allan vegin. Stórur munur var á málmanstvídystinum, har Kevin Møller vann á Tomas Mrkva og Andreas Wolff. Danin hevði tvífalt so nógvar bjargingar sum teir báðir hjá Kiel samanlagt.
Verjuparturin var ikki eisn sterkur, og Lukas Jørgensen gjørdi sum hann vildi á strikuni og varð toppskjútti við 10 málum.
Jóhan á Plógv Hansen fekk ikki nógv at arbeiða við úti á høgra vongi, men havnarmaðurin skoraði uppá annað av sínum báðum skotum. Jóhan hevði eisini nakrar góðar verjuatgerðir.
Flensburg-Handewitt var á odda 19-17 í steðginum og vann 36-33. Eina løtu var Kiel veruliga við at taka yvir, men heimaliðið fór frá aftur seinastu løtuni í kókandi høllini.
Talan var um veruligan smeit fyri Kiel, sum nú er trý stig frá oddaliðunum - liðunum hjá Hákun West av Teigum og Vilhelmi Poulsen. Hinvegin ógvuliga umráðandi fyri Champions League-stríðið hjá Flensburg, sum vann fyri fjórðu ferð á rað móti Kiel, sum er ein arvafíggindi. Jóhan á Plógv spælir ikki har eftir summarsteðgin.
Oddastríðið í Bundesliguni í løtuni:
1. Füchse Berlin 37 stig (Hákun West av Teigum) *
2. TSV Hannover-Burgdorf 37 stig (Vilhelm Poulsen) *
---------------------------------------------------------------
3. MT Melsungen 36 stig
4. THW Kiel 34 stig (Elias Ellefsen á Skipagøtu)
5. Flensburg-Handewitt 33 stig (Jóhan á Plógv Hansen)
*Füchse hevur betri málúrttøku
Bert tvey tey fremstu plássini geva atgongd til Champions League næsta ár. Hetta er 23. umfar av 34.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald