Fótbóltur

Jóhan Petur er tann fyrsti nýggi síðani Eyðun

Ikki síðani 2015 hevur ein føroyskur venjari á fyrsta sinni vunnið føroyameistaraheiti í bestu mansdeildini.

Jóhan Petur Poulsen hevur seinastu fýra árini vunnið tvey stór steyp og hevur flutt Víking langt (Mynd: Jens Kr. Vang)

Jóhan Petur Poulsen hevur seinastu fýra árini vunnið tvey stór steyp og hevur flutt Víking langt (Mynd: Jens Kr. Vang)

2024-10-21 08:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2015 kom Jóhan Petur Poulsen til Víking. 28-ára gamli toftamaðurin var givin tíðliga sum spælari vegna skaðar. Hann hevði verið hjálparvenjari hjá besta liðnum hjá barndómsfelagnum í tvey ár, umframt at toftamaðurin hevði aðrar venjarauppgávur í B68.

Tað gjørdist skjótt greitt í Víkingi, at man hevði rakt rætt, og at her var ein ungur maður við stórum vilja og nógvum dugnaskapi. Jóhan Petur Poulsen eigur greitt sín lut í menningini av "Víkinga- DNA'num" og menningini hjá mongum ungum spælarum í felagnum - millum annað nógvum, sum nú myndað FM-liðið.

Nevnast kunnu Bárður á Reynatrøð, Arnbjørn Svensson, Geza David Turi, Ingi Jonhardsson, Aron Jarnskor Ellingsgaard og Olaf Bárðarsson. 

Jóhan Petur var venjari hjá næstbesta mansliðnum hjá Víkingi til í september 2020, tá hann tók við sum venjari hjá Betriliðnum. Fram til tá hevði hann vunnið tvey silvur og "ársins venjari í 1. deild" hjá Venjarafelagnum. Víkingur vann FM í næstbestu deildini í 2020 - Jóhan Petur Poulsen var venjari fyrstu 16. umførini.

[object Object]
Jóhan Petur Poulsen krevur nógv av sínum spælarum, men er hann sjálvur tann, ið gongur á odda við at arbeiða hart og nógv (Mynd: Sverri Egholm)

Eyðun - Jóhan Petur

Maðurin, sum toftamaðurin avloysti í venjarasessinum hjá Víkingi, var Eyðun Klakstein. Í 2015 vann klaksvíkingurin sítt fyrsta føroyameistaraheiti sum høvuðsvenjari í Betrideildini. Hetta við B36.

Eyðun er nú U21-landsliðsvenjari og fyribils A-landsliðsvenjari, har Víkingurin Atli Gregersen er hjálparvenjari. 

[object Object]
Eyðun Klakstein undan U21-landsdysti í Klaksvík (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hetta er 10. kappingarárið síðani 2015, og í gjár gjørdist nú 38-ára gamli Jóhan Petur Poulsen fyrsti "nýggi" føroyski høvuðsvenjarin at gerast føroyameistari síðani júst Eyðun Klakstein. Hjálparvenjari hansara er eisini føroyingur, 32-ára gamli strandingurin Ólavur Mikkelsen.

Meistaravenjarar seinastu tíggju kappingarárini
2024: Jóhan Petur Poulsen, Víkingur - fyrsta FM
2023: Magne Hoseth, KÍ (Noreg)
2022: 
Mikkjal Thomassen, KÍ (hansara fjórða FM)
2021: Mikkjal Thomassen, KÍ (hansara triðja FM)
2020: Jens Berthel Askou, HB (Danmark)
2019: Mikkjal Thomassen, KÍ (hansara annað FM)
2018: Heimir Guðjónsson, HB (Ísland)
2017: Sámal Erik Hentze, Víkingur (hansara fjórða FM)
2016: Sámal Erik Hentze, Víkingur (hansara triðja FM)
2015: Eyðun Klakstein, B36  - fyrsta FM

Sum okkara yvirlit vísir, eru mest vinnandi føroysku venjararnir í landskappingini hesa øldina á listanum fleri ferðir: Sámal Erik (Bagge) og Mikkjal vunnu síni fyrstu FM í ávikavist 2009 (HB) og 2011 B36. Bagge vann aftur við B36 í 2014.

Útyvir Bagga og Mikkjal Thomassen er Sigfríður Clementesen (B36, 2005 og EB/Streymur, 2008) einastu venjarin við fleiri FM-heitum í øldini 

Teir tríggir útlendsku venjararnir á listanum omanfyri vunnu í sínum fyrstu kappingarárum. 

Føroyskir venjarar standa annars aftanfyri tey allarflestu FM-heitini seinastu átjan kappingarárini - útyvir Hoseth, Berthel og Heimir hevur bert íslendingurin Kristján Guðmundsson (HB, 2010) verið íblandaður í eitt FM-heiti sum útlendskur høvuðsvenjari, síðani 2007. Hann varð tó uppsagdur, áðrenn kappingarárið var av.

Bæði í 2012 og í 2013 vunnu føroyskir venjarar eisini teirra fyrsta FM sum venjari í fremstu mansdeildini: Heðin Askham (EB/Streymur) og Oddbjørn Joensen (HB). 

38-ára gamli Jóhan Petur Poulsen er yngsti FM-venjari síðani Jens Berthel Askou, sum eisini var 38-ára gamal í 2020. Eingin FM-venjari hevur verið yngri síðani Mikkjal Thomassen í 2011, tá hann og John Petersen stjórnaðu B36. Tá var núverandi AIK-venjarin bert 35-ára gamal.

Dagført: 08.56

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder