25 ára gamli føroyingurin Johan Sundstein er saman við liði sínum OG komin í finaluna í The International, sum er heimsmeistarakappingin í telduspælinum Dota 2.
Saman við liði sínum hevur hann møguleika at vinna 104 milliónir krónur í dag.
Í hálvfinaluni í gjár vunnu OG 2-1 á kinesiska liðið PSG.LGD, sum er sponsorerað av franska fótbóltsfelagnum Paris Saint-Germain.
Í dag er OG í finaluni móti Team Liquid.
Johan Sundstein og OG gjørdust heimsmeistarar í fjør, og vunnu teir tá 75 milliónir.
Vinna tey aftur í dag, kunnu teir fara heim við 15,5 milliónum dollarum, ið svarar til uml. 104 milliónir í okkara krónum.
The International er størsta e-sportskappingin í mun til peningavinningar. Í ár er samlaða upphæddin, sum verður latin, gott 230 milliónir krónur, sum er størsta upphæddin fyri eina e-sportskapping nakrantíð.
Sambært TV2 er Johan Sundstein 3. mest vinnandi e-sportsstjørnan í heiminum. Til samans hevur hann vunnið 5,4 milliónir dollarar, ið svarar til meira enn 36 milliónir í okkara krónum.
Mest vinnandi hevur vunnið gott 40 milliónir krónur, men vinnur Johan í dag, fær hann uml. 21 milliónir krónur av vinninginum, og verður hann sostatt mest vinnandi e-sportsstjørnan í heiminum.
Í ár verður The International hildin í Shanghai í Kina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald