Annað

Johan Sundstein vil stríðast fyri veðurlagið

Hann er tann e-sportsstjørnan í heiminum, sum hevur vunnið flest pengar, men fyri hann hevur veðurlagið meira at siga enn pengar.

Johan Sundstein (Mynd: TV2)

Johan Sundstein (Mynd: TV2)

2019-09-24 21:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Johan Sundstein, sum í e-sportheiminum er kendur undir navninum "N0tail", hevur vunnið tilsamans 46 mió. krónur við at spæla telduspælið Dota 2.

25 ára gamli føroyingurin, sum er búsitandi í Danmark, er tann e-sportsstjørnan í heiminum, sum hevur vunnið flest pengar, og saman við liði sínum OG, hevur hann vunnið altjóða kappingina í Dota 2, The International, tvey ár á rað. Tað hevur einki annað lið megnað áður.

Johan Sundstein nýtist sostatt ikki at stúra fyri sínari fíggjarligu støðu tey næstu nógvu árini, men pengar hava heldur ikki so nógv at siga fyri hann. Men tað hevur veðurlagið.

- Eg vóni einaferð at kunna gera okkurt fyri veðurlagið. Tað er størsta evnið beint nú. Heimurin brennur. Tað er ætlanin at fara uppí tað stríðið, sigur hann við TV2 SPORT.

Áhugin fyri veðurlagsstríðið er faktiskt so stórur, at hann møguliga fer at gevast við Dota 2-kappingunum.

- Næsta ár fari eg nokk at byrja at hugsa um okkurt annað. Nú føli eg, at eg skyldi nógvum so nógv. Um jørðin brennur upp, hevði tað verið stór skomm, tí so hevði mann svikið so nógv ættarlið, sigur hann.

Johan Sundstein er liðskipari hjá OG, og er hann gjøgnum seinastu árini vorðin ein av heimsins bestu Dota 2-spælarum. Hann veit eisini væl, at tær stóru upphæddirnar, sum hann hevur vunnið gjøgnum telduspælið hava vakt ans.

Tá Johan Sundstein vann The International í fjør, kundi hann t.d. seta knappar 15 mió. krónur inn í bankan, og hann ásannar, at hann eisini hevur upplivað keðiligu síðuna av hesum.

- Eg fái nógv boð frá fólki, sum fegin vilja lána pengar. Men nei, eg eri ikki til reiðar at vera ein banki. Tað havi eg ongan áhuga í, sigur hann.

Fyri Johan Sundstein snýr tað seg fyrst og fremst um at skriva søgu í tí spælinum, hann elskar. Hann vil vinna eina ferð afturat, áðrenn hann fer at stríðast fyri veðurlagið.

- Ætlanin er at vinna tríggjar ferðir. Har eru tveir ringar nú, og næstu ferð skulu vera tríggir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder